Flogvallarútbygging loysast í sátt og semju
Ein loysn er í eygsjón í spurninginum um at fáa útbyggingina av flogvøllinum í Vágum endaliga avgreidda.
Tað er ábendingin, eftir at Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur hitt Henrik Dam Kristensen, flutningsmálaráðharra, á fundi í Keypmannahavn.
Teir báðir umrøddu m.a. gomlu spreingievnini, ið liggja grivin nærhendis vøllinum, og hvussu burturbeiningin av teimum kann fíggjast.
- Ráðharrin vísir málinum ans, og tað liggur í kortunum, at tað verður loyst í sátt og semju millum Føroyar og Danmark. Vónandi verður hetta eisini endaliga niðurstøðan, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.
Málið verður nú tikið upp á stjórnarstigi í Danmark.