Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndin omanfyri: (frá vinstru) Niels á Reynatúgvu, Anna Johannesen og Súni Selfoss frá Starvsmannafelagnum og Kristoffur Laksá frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, tá ið sáttmálin varð undirskrivaður. Foto: Føroya Arbeiðsgevarafelag

Flogternurnar fingið nýggjan sáttmála

SEMJA: Umframt lønarhækking hava flogternurnar hjá Atlantic Airways fingið ein meira heilskapaðan sáttmála. Sáttmálin gevur teimum nógv av teimum rættindum, sum millum ár og dag eru vunnin á øðrum sáttmálaøkjum hjá Starvsmannafelagnum
 
Nú um dagarnar undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) og Starvsmannafelagið nýggjan 2-ára sáttmála fyri kabinustarvsfólkini hjá Atlantic Airways. Sáttmálin er galdandi til 31. oktober 2018.
 
Semjan liggur á sama støði, sum hinir sáttmálarnir, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt síðan mai 2016. Tað vil siga, eina samlaða lønarhækking á 2,2 % fyrra árið og 2,3 % seinna árið.  
 
Hetta er fyrsti sáttmálin, sum verður gjørdur við FAG síðani fakfelagið hjá flogternunum, Súlan, legði saman við Starvsmannafelagið fyrr í ár.
 
Øll undir sáttmálan
Tað hevur nú eydnast at fáa øll kabinustarvsfólkini undir sáttmálan. Tað vil siga ikki bert flogternunar, sum eru í vanligum starvi við fastari støð í Føroyum, men eisini tær, sum arbeiða sum freelancarar og tær, sum hava fasta støð í Danmark.
 
Sostatt hava vit fingið skipaði viðskifti fyri øll kabinustarvsfólkini hjá Atlantsflogi.
 
Meira heilskapaður sáttmáli
Haraftruat hevur tað eydnast at fáa ein sáttmála, sum liggur rættuliga tætt uppat sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og eitt annað alment partafelag, sum hevur verið fyrimyndin í samráðingunum – sáttmálan við Føroya Tele, og sum hevur roynst væl.
 
Sammett við gamla sáttmálan er talan um meiri enn 20 ítøkiligar betringar í sáttmálanum, sum geva starvsfólkunum fleiri rættindi.
 
-Tað hevur eydnast at fáa ein nógv meira heilskapaðan sáttmála, sum verður eitt munandi framstig fyri rættindini og setanartrygdina hjá flogternunum, sum flúgva við Atlantsflogi, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.
 
Talan er um betraði rættindini t.d. í sambandi við sjúku, uppsøgn, rættindi til eftirsitiløn og eina nógv sterkari álitisfólkaskipan, sum er sjálvt bulvirkið, tá umræður at hava eftirlit við at sáttmálin verður hildin á arbeiðsplássinum.
 
-Vit fingu ikki alt vit fóru eftir. Alt í alt hava vit tó fingið eitt gott grundarlag at byggja víðari á, sigur Súni Selfoss.