Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Flogfar hjá Atlantic Airways komið til Kili

Tíðindaskriv:

Eitt av Avro RJ 85 flogførunum hjá Atlantic Airways fór í morgun úr Vágum og setti kós móti Kilska høvuðsstaðnum Santiago de Chile, har felagið eisini skipar eina viðlíkahaldsstøð. Í Kili skal føroyska felagið flúgva úr Santiago og norður til flogvallir sum Iquique, Antifagasta og San Salvador fyri kilska felagið DAP.

Flúgvingin fyri kilska felagið er ætlað at varða í tríggjar mánaðir, tá kilska felagið sjálvt skal taka yvir flúgvingina. Atlantic Airways hevur eisini gjørt ætlanaravtalu um at lata DAP eitt Avro RJ flogfar afturat í heyst og setur ístaðin eitt A319 flogfar í rakstur væntandi í juni 2013.

Kilska felagið DAP og Atlantic Airway hava fyrr starvað saman, tá eitt av BAe 146 flogførunum var latið kilenska felagnum fyri trimum árum síðani. DAP hevur í fleiri ár flogið úr Suðurkilska býnum Punta Arenas til Antarktis við frítíðarfólki.

Flúgvingin úr Santiago gongur norðureftir og hagani skulu serliga námsarbeiðarar flytast til Santiago.

Flogfarið fór úr Vágum 28. desember 2012, og skuldi eftir ætlan koma til Santiago í gjárkvøldið, 30. Desember 2012.

Á leiðini steðgaði flogfarið í Íslandi, Grønlandi, Canada, Bahamas, Panama og Lima í Peru.