Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fleksibilitet og útboð í heilsuverkinum

Danir skulu tey næstu 10-15 árini byggja fleiri sjúkrahús. Í hesum sambandi, hevur Dansk Industri 11 tilmæli í bóklinginum: “11 veje til vækst og bedre sundhedsvæsen”.

Í bóklinginum verður m.a. mælt til, at tá nýggj sjúkrahús skulu byggjast ella umvælast, eigur man at hava størri fleksibilitet í sambandi við útboð. Í dag verða nýbyggingar og umvælingar í stóran mun verkætlanar stýrdar eftir føstum fermetra tali og prísi. DI mælir til, at man loysir upp fyri hesum nakað avmarkandi stýringshátti og heldur gevur veitarum møguleika at vera nýhugsandi, sparandi og ikki neyðturviliga halda seg til eitt fast fermetra tal og prís. Hetta so leingi tilboðið er innanfyri ein fastan karm.

Harumframt verður m.a. mælt til, at allar tænastu uppgávur og tær, sum ikki eru sjúklinginum ov nær, verða sendar í útboð.

Eitt betri heilsuverk fæst við at útseta enn fleiri uppgávur fyri kapping. Tann besti veitarin til tann besta prísin verður bert funnin, um tað verður framt í kapping við aðrar veitarar í einum útboði, verður sagt.

Enn hava vit ikki nakrar reglur um útboð í Føroyum.

Bóklingurin kann eintast við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

http://publikationer.di.dk/di/1364249902/5