Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú bert góðar tvær vikur eru eftir inntil Grannakaffi fer av bakkastokki leygardagin 11. mars, eru væl færri vertir meldaðir til enn tey tvey undanfarnu árini

Fleiri vertir vælkomnir!

Nú bert góðar tvær vikur eru eftir inntil Grannakaffi fer av bakkastokki leygardagin 11. mars, kundu vit hugsað okkum fleiri vertir.  

Undanfarin ár hevur góð javnvág verið í býtinum millum oyggjarnar soleiðis at tiltøkini undanfarnu árini hava verið spjadd um alla Føroyar. Men higartil í ár eru flestu vertirnir á Streymoynni og serstakliga í miðstaðarøkinum, meðan ongin vertur er í Vágunum og bert ein á Sandoynni.  

Sæð í mun til fólkatalið er tað tó Suðuroyggin, sum aftur í ár spílar seg út. Krabbameinsfelagið hevur tó ikki mist vónina um, at fleiri fara at bjóða seg fram sum vertir áðrenn freistin er úti fríggjadagin 3. mars, og um onkur hevur áhuga í at bjóða seg fram kann tað gerast her:  

http://www.krabbamein.fo/Default.aspx?ID=249, ringja til Krabbameinsfelagið ella senda eini boð á Facebook vangamyndini hjá Grannakaffi.
 
Á kortinum sæst, hvar Grannakaffi verður hildið.