Fleiri túsund kravdu Silvio Berlusconi frá
Fleiri enn 10 túsund mótmælisfólk savnaðust í Rom leygarkvøldið við kravi um, at Silvio Berlusconi, fór frá.
Tað var Demokratiski flokkurin í Italia, sum hevði skipað fyri mótmælinum. Flokkurin er til vinstru í italskum politikki, og er størsti andstøðuflokkurin.
Mótmælisfólkini hongdu Berlusconi og aðrar leiðarar út við plakatum, og gekkaskortum , meðan óhvæmisorð vóru rópt eftir 75 ára gamla ríkisleiðaranum.
Berlusconi var illur inn á hini ES-leiðarnar fríggjadagin, tá hann segði nei takk til ein kreppupakka frá ES.
Meira á NRK.no
http://www.nrk.no/nyheter/verden/1.7864422