Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FLEIRI TÆNASTUR TIL VINNULÍVIÐ

Borgarstjórin og vinnusamskiparin í Tórshavnar kommunu vóru fyrr í dag á vitjan hjá nýstovnaðu matstovuni Umami, sum Heidi og Høgni Lauritsen reka í nýggju húsunum hjá bátafelagnum í Vágsbotni.

Borgarstjórin beyð vælkomin og takkaði stigtakarunum fyri saman við kaffihúsinum og øðrum veitarum í økinum at hava gjørt Vágsbotn til eitt spennandi og huganligt umhvørvi.

Tórshavnar kommuna er farin undir at skerpa sín vinnuprofil við tí fyri eyga, at sjónliggera verandi tænastur til vinnulívið og fyri at byggja upp fleiri tænastur til verandi og komandi vinnulív. Hetta skal gerast í tøttum samstarvi við vinnuna.

„Kommunan skal hava ein sjónligari vinnuprofil og vinnan skal hava skjóta og lætta atgongd til landsins størstu kommunu“, sigur Borgarstjórin Heðin Mortensen.

Ein liður í hesum arbeiði er at nýggjar fyritøkur fáa vitjan av borgarstjóranum og vinnusamskiparanum, har tær verða ynsktar hjartaliga vælkomnar og somuleiðis fáa kunning um tænasturnar, sum kommunan veitir vinnulívinum.

„Endamálið er at skapa eitt tættari dagligt samskifti við vinnuna, soleiðis at kommunan veit, hvat vinnan vil, og vinnan veit, hvønn hon skal venda sær til í Tórshavnar kommunu“, sigur Heðin Mortensen.