Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fleiri sparingar fremjast í uttanlandstænastuni

Tá løgmaður í morgin skal standa "skúlarætt" í uttanlandsnevndini, eigur hann at leggja upp til fleiri sparingar í uttanlandstænastuni, ið er dýrkað meira enn 100 prosent síðani ár 2000

Sparingar kasta langar skuggar yvir almennu Føroyar.

Sum liður í neyðugum sparingum á Løgmansskrivstovuni hevur løgmaður fingið ákoyringar fyri skilagóðu avgerðina at niðurleggja sendistovuna í London og flyta virksemið til Brússel.

Hóast ógrundaða kritikkin eigur løgmaður at gjøgnumføra avgerina Og meðan hann er í uttanlandsnevndini og stendur "skúlarætt", ið tey nevna tað, eigur hann at taka næsta stig: fremja fleiri sparingar í uttanlandstænastuni.

Tøl frá Løgmansskrivstovuni vísa, at síðani ár 2000 er uttanlandstænastan dýrkað meira 106 prosent.

Gongdin sæst í flottum grafi, sum kann takast niður her og brúkast sum mynd/illustratión:

http://edmundjoensen.fo/Default.aspx?ID=5&M=News&PID=2&NewsID=235

Meðan uttanlandstænastan í 2000 kostaði skattgjaldarunum 15,9 mió. kr., kostaði hon í fjør 32,8 mió. kr. Mesti kostnaðurin var í 2010, tá ið skattgjaldararnir rindaðu 42 mió. kr.

Í tølunum skal fyrivarni takast fyri, at Samvit er lagt saman við táverandi Uttanríkisráðnum. Kortini er myndin greið: uttanlandstænastan er bólgnað.

Sum skilst eru serliga tveir stórir útreiðslupostar: høgar lønir lønir og dýrar húsaleigur uttanlands. Tí mugu størv og sendistovur, skerast burtur, um sparingarnar skulu muna.

Hetta er neyðugt at gera, um nakað munagott skal fáast burtur úr samanleggingini av Uttanríkisráðnum og Løgmansskrivstovuni.

Sum skjótast má finnast fram til, hvørjar uppsagnir skulu fremjast, tí fólk hava uppsagnartíð, og tað tekur tíð at effektuera sparingarnar.

Viðvíkjandi niðurleggingum av sendistovum er hóskandi, at skrivstovan í Reykjavík verður niðurløgd. Tað er mest náttúrligt, at Føroyar lata seg umboða við sendistovum í Brússel og Keypmannahavn. Meira er ikki brúk fyri.

Fámjinsskjalið frá 2005 ásetur, at Løgmansskrivstovan og danska Uttanríkisráðið samstarva í einum Norðuratlantiskum Sekretariati. Harumframt ásetur skjalið, at Føroyar eru vælkomnar at brúka danskar sendistovur kring allan knøttin. Um fíggjarligur fyrimunur er at gera hetta, eigur tað at verða gjørt sum skjótast. Alternativt ber eisini til at hava konsulát heldur enn sendistovur.

Løgmaður má til arbeiðis.

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin