Fleiri ræðusøgur um djórapínslu í Leynum
Gamlar perlur: Varðveitti festi av misgáum – hóast djórapínslu og misrøkt. Oyggjatíðindi 24. september 2004.
Dan Klein, journalistur, greinar og skrivar:
Hetta var yvirskriftin í útvarpinum mikukvøldið, sum endurgav Oyggjatíðindi í innslagnum.
Útvarpið visti eisini at siga, at tá tríggir mans frá Jaraðarráðnum møttu upp á garðinum 17. desember í 2001 var so skilið so út av lagi ringt, at teir meldaðu á staðnum, og bæði løgregla og djóralækni møtti upp.
Sambært ákæruskrivi lógu tveir deyðsseyðir í einum rúmi, og annar hevði ligið hálvt ár ella meiri. Í einum rúmi vóru seks skitin veðurlomb, sum ikki høvdu turran blett at leggja seg á, 17 veðurlomb vóru í einum húsi uttan atgongd til vatn, og í einum súrhoyggjabrunni gingu tveir hundar í sínum egna lorti.** Myndirnar á hesi síðuni stava frá tilburðinum í 2001.
Sjónarváttar tá siga, at standurin var eisini so sera ringur í fjósinum hjá Leynabóndanum ta ferðina.
Kelda veit at siga, at djóralækni gekk inn og út úr fjósinum, og var meira blóðdálkaður fyri hvørjaferð hann vísti seg í hurðagapinum.
Í Leynum siga halda tey fast um, at standurin hevur verið líka ringur í fimtan ár, og tey standa fast uppá, at løgreglan, og kanska eisini politiski myndugleikin, hevur hildið hondina yvir bóndanum.
Sjónarváttar siga frá, at seyðurin hjá bóndanum er so illa fyri vetrarhálvuna, at fleiri doyggja millum húsini ella mitt á vegnum í vetrarhálvuni.
- Eg flutti ein deyðan seyð nakað út á vegin, fyri at vita nær bóndin fór at taka sær av deyða kroppinum, men deyði seyðurin slapp at liggja fleiri dagar, uttan at bóndin gjørdi nakað sum helst.
Ferðslan mátti koyra uttanum hendan deyða seyðin, sum bara fekk loyvi at liggja, sigur sjónarvátti.
- Bóndin hevur havt ein mann at hjálpa sær. Tá var eina løtu skil í garðinum, men teir gjørdist ósamdir. Ósemjan segðist standa í, at bóndin vildi ikki gjalda fyri heilivág,men hetta er so ikki váttað.
Eisini ganga søgur um, at smálomb doyggja frá hond, og at hundarnir í bygdini eta hesi pinkulomb.
Ein onnur kelda veit at siga, at hoyggið, sum enn er í fjósinum, eigur bóndin einki í. Hann leigar niðara part av fjósinum til reiðmenn, sum hava síni ross har. Tað eru hesir menn, sum hava sligið hoyggið, og ikki bóndin.
Fleiri forkláringar eru uppá, at bóndin ikki langt síðani hevur mist festið.
Ein er, at hann er giftur við systir framstandandi persón, sum einaferð hevði politiska ávirkan. Um hann hevur hjálpt svágrinum, hava vit ikki fingið staðfest, men tá einki hendir í so álvarsomu máli, fara takarnir náttúrliga at sveima. Tað hevði jú ikki gingið hjá øðrum.
Ein sannroynd er tað eisini, at beiggin til sjúkpápan, hevur sitið í Jarðaráðnum.
Um nakar hevur hjálpt ella hvør hevur hjálpt hvørjum, er ikki greitt, men ein sannroynd er tað, at løggan ikki fyrr enn nú hevur skuldsett bóndan fyri djórapínslu.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur hesa viðmerkingina: Onga viðmerking fyrr enn um eina ella tvær vikur, tá Jarðaráðið er umlagt, men eg gangi út frá, at politiið ger sítt arbeiði!??