Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fleiri nýggj andlit í Dáturáðnum

Nú tað stundar til, at nýggj løgtingslóg um at verja persónupplýsingar kemur í gildi 1. januar 2021, hevur løgmaður tilnevnt nýtt Dáturáð at taka við frá 1. juli 2020.

Dátueftirlitið hevur eftirlit við, at persónupplýsingar verða viðgjørdir í samsvari við lóggávuna um at verja persónupplýsingar. Dátueftirlitið er sett saman av einum Dáturáði og eini skrivstovu. Dáturáðið er hægsti myndugleiki í Dátueftirlitinum og skal m.a. taka støðu til prinsipiell mál.

Nýggja Dáturáðið er sett saman soleiðis:

Helga á Borg, advokatur, formaður, og Janus Hentze í Stórustovu, varalimur
Brian Bischoff, nevndarlimur, og Nicolai Mohr Balle, varalimur
Maria Skaalum Petersen, nevndarlimur, og Marin Strøm, varalimur
Jóhan Lamhauge, nevndarlimur, og Beinta P. Olsen, varalimur (tilnevnd av Kommunufelagnum)
Birita Biskupstø, nevndarlimur, og Marius Thomasen, varalimur (tilnevnd av Føroya Arbeiðsgevarafelag)
Nýggju limirnir taka við 1. juli 2020. Tilnevningin er galdandi í 4 ár.