Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fleiri møguleikar burdu verið í einum depli

Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum

1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við kommunulæknatænastuni í Eysturoynni?

2. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at leggja kommunulæknatænastuna í ein depil, har allir kommunulæknarnir í Eysturoynni halda til í felag og samskipa sítt virksemi?

Kommunulæknaskipanin í Eysturoynni hevur seinastu mongu árini lutvíst verið mannað við vikarum, sum koma og fara. Kunnleikin um tann einstaka borgaran og familjuna er burturi. Framhaldið og viðlíkahaldið av sjúkragongdini hvørvur. Hetta kann vera til óbótaligan skaða fyri sjúklingin, sum hevur tørv á at hava eitt framhaldandi samskifti í eini framhaldandi sjúklingagongd við kommunulæknan.

Støðan hevur enntá ta avleiðing, at fólk aftra seg við at fara til læknan og vóna, at trupulleikin kann hvørva á annan hátt. Møguleikin fyri eini felags kommunlæknatænastu í Eysturoynni er til staðar. Ein felags kommunulæknatænasta kundi bøtt um trupulleikan við skiftandi vikarum, har ymisk tilboð kundu verið samskipað og har teir føstu kommunulæknarnir kundu samskift og viðlíkahildið sjúklingar hvør hjá øðrum. Fleiri møguleikar burdu verið í einum depli, og tí verður spurningurin reistur fyri landsstýrismanninum.

Bill Justinussen, løgtingsmaður