Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fleiri løntakarar fimm mánaðar á rað

Fimta mánaðan á rað eru fleiri løntakarar samanborðið við mánaðin fyri. Seinasta hálva árið eru fleiri farin at arbeiða í fiski- og alivinnuni og í privatu tænastuvinnunum. Byggivinnan stendur nærum í stað og innan almennar tænastur vóru færri til arbeiðis.

Árstíðarjavnaði tøl ella full teljing

Við árstíðarjavnaðu tølunum er hædd tikin fyri teimum sveiggjum sum eru vanlig í árinum. Fyri løntakarar er gongdin hvørt ár, at tað eru fægst um veturin og flest um summarið. Tískil ber illa til at samanbera gongdina frá november til apríl við fullari teljing, tí tá vil altíð verða vøkstur. Verða tølini árstíðarjavnaði, ber væl at samanbera gongdina mánað fyri mánað, og tá ber til at gera niðurstøður sum ikki eru møguligar annars.

Hinvegin vísir full teljing hvussu nógv veruliga vóru til arbeiðis í einum givnum mánaða, men tá avmarkar samanberingar við undafarin tíðarskeið seg við t.d. at tað bert gevur meining at samanbera við sama mánaða árið fyri.

Í løtuni verða bert høvuðstølini árstíðarjavnaði, tað er talið av løntakarum og býti á høvuðsvinnugrein. Restin av upplýsingunum eru bert í fullari teljing, tað er t.d. løntakarar flokkaðir eftir aldursbýti, sýslu og vinnugrein. Onkur av hesum talrøðum ber illa til at árstíðarjavnað, tí tølini eru smá og onnur kunnu javnast um tað verður mett neyðugt.

Á myndini er gongdin í løntakarum seinasta árið víst sum full teljing og árstíðarjavnaða. Tað sæst týðiligt í fullari teljing, at um summarið og á jólum eru fleiri til arbeiðis enn restina av árinum. Tað ber illa til at gera niðurstøðu um hvussu gongdin er, um tað eru fleiri ella færri løntakarar, uttan so at ein samanber bæði endapunktini, sum eru apríl, og tá sæst at tað hevur verið ein lítil vøkstur í tíðarskeiðnum.

Árstíðarjavningin tekur hinvegin hædd fyri m.ø. summarfrítíðini og jólasøluni og nú sæst ein týðilig gongd sum vísir at frá apríl 2011 til november 2011 sveiggjaði tað um 23.500. Síðan november 2011 hevur tað verið ein støðug, men lítil, framgongd.

Tað er ikki so at árstíðarjavnaði tøl eru betri enn full teljing, tað er alt eftir hvat ein ynskir at lýsa og hvat endamálið við greiningini er. Endamálið við at árstíðarjavna er tí at geva brúkaranum fleiri amboð og møguleikar til at tulka og gera niðurstøður.

Kelda: www.hagstova.fo