Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fleiri ferðsluábøtur í Suðuroy

FERÐSLUTRYGD: Landsverk hevur verið og er framvegis í gongd við fleiri arbeiðir í Suðuroy, sum økja um ferðslutrygdina í oynni. Eitt nú millum Lopra og Akrar, Nesi í Vági, Fámjin og farleiðina til Hvalbiar.

Ferðslukervið í Suðuroynni hevur fingið munandi ábøtur í seinastuni, og enn eru fleiri arbeiðir í gongd í oynni, sum koma at lyfta ferðslutrygdina tann rætta vegin.

Um vit byrja við syðra enda, so er J&K Petersen júst farnir undir at breiðka smala og heldur krókuta vegin millum Lopra og Akrar. Til tess at rætta vegin upp, verður bæði breiðkað niðaneftir við at taka av bakkanum framvið, og í øðrum førum verður fylt út niðanfyri.

Við bygdina Nes í Vági verður í løtuni busslummi gjørdur, so tað gerst tryggari hjá ferðafólkum at koma til og frá bussinum, eins og hetta ger ferðsluna á landsvegnum tryggari.

Í Fámjin er farið undir at gera eina sokallaða bakkaverju, so brimið ikki máar meira av fjøruni, har vegurin gongur framvið.

Síðani nýggjur fótbóltsvøllur er komin í Trongisvági, er ferðslan til og frá økinum økt munandi. Landsverk gjørdi tí av at ferðslutryggja vegamótið Trongisvág-Hvalba við at gera tryggari gonguteigar og seta upp ljós við hetta vegamótið, har eisini skúli og ítróttarhøll sum kunnugt liggja.

Síðst, men ikki minst, eru og verða stórar ábøtur gjørdar í Hvalbiartunlinum. Umframt at loftið er hækkað, verða nøkur av møtiplássunum víðkaði, rýmingarljós og eldsløkkjarar sett upp, eins og fartelefonsamband skjótt kemur í tunnilin.

Eisini er brúgvin til Nes í Hvalba umvæld fyrr í ár.