Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn setur Fólkafundin.

Fleiri enn 85 ymisk tiltøk á Fólkafundinum 2012 í Hoyvík fríggjadagin og leygardagin

Komandi fríggjadag og leygardag millum kl. 14,00 og 22,30 verður Fólkafundurin 2012 hildin í Hoyvíkshøllini og í Hoyvíkar skúla.

Fleiri enn 40 ymiskir flokkar, samtøk, fakfeløg og áhugafeløg vera til staðar. Og fleiri enn 85 ymisk tiltøk verða hildin hesar báðar dagar. Tiltøkini fevna um t.d. fyrilestrar, kjak, poetry slam, tónleikaframførslur, pallborðsfundir og hugleiðingar.

Umframt hópin av nevndu tiltøkunum verður eisini eitt formansting hildið. Fríggjakvøldið kl. 21.00 verður fyrsta umfar av formanstinginum. Næsta umfar verður leygarkvøldið kl. 21.00. Fríggjakvøldið koma Kaj Leo Johannesen, Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal at halda røðu á formanstinginum. Leygarkvøldið koma Poul Michelsen, Jenis av Rana, Kári P. Højgaard og Jørgen Niclasen at halda røðu formanstinginum. Til tess at gera formanstingið veruliga fólksligt eru floksformenninar bidnir um at velja ein felagssang í part, sum verður sungin aftaná teirra røðu.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn setur Fólkafundin 2012 fríggjakvøldið kl. 19,00.