Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd frá seinasta skeiði.

Fleiri enn 80 fólk til ”Vegurin sum arbeiðspláss” skeið

Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan hevur hetta seinasta árið skipa fyri fýra ”Vegurin sum arbeiðspláss” skeiðum, har fleiri enn 80 fólk hava luttikið.
 
Skeiðið er ætla teimum, sum arbeiða á vegunum. Á skeiðnum fáa luttakararnir kunnleika um grundleggjandi ásetingar um uppmerking, reglur, tilfar og trygd á vegunum. Skeiðsluttakararnir læra sostatt at gera og halda vegarbeiði trygt bæði fyri ferðandi á vegnum og fyri seg sjálvar og sínar starvsfelagar við rættari uppsetan og niðurtøku av skeltisavmerkingum.
 
Tað er eftirútbúgvingargrunnurin Vitan, sum skipar fyri skeiðnum, sum verður hildið av EUC Nordvestsjælland. Skeiðið er gildugt í 5 ár.
 
Næsta skeið er ikki ásett enn, men til ber at skriva seg á bíðilista í Vinnuhúsinum.