Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fleiri enn 150 uppskot um miðbýin komu inn

Fleiri enn 150 uppskot til nýggjan miðbý í Klaksvík komu inn til hugskots­kappingina, har dómsnevndin í løtuni skrivar álit. Úrslitið verður almanna­kunngjørt á Norðoyastevnu.

Úrslitið av hugskotskappingini um miðbýin í Klaksvík er um at verða greitt. Dómsnevndin hevur viðgjørt innkomnu uppskotini, og skrivar álit í løtuni. Tá ið álitið er greitt og undirskrivað av dómsnevndini, verður úrslitið almannakunngjørt.

Stórur áhugi

Tað er fyritøkan Selmar Nielsen Arkitektur (SNA), sum vegna kommununa og í samstarvi við Arkitektafelag Føroya skipar fyri hesari hugskotskapping um miðbýin í Klaksvík, og sigast má, atundirtøkan hevur verið góð, og arbeiðið gingið væl higartil.

Talan er um eina altjóða kapping. Inn komu fleiri enn 150 uppskot, og koma hesi úr fleiri ymsum støðum kring knøttin.

Robert Thomassen, arkitektur hjá SNA, upplýsir, at 150 uppskot er nakað meir enn væntað, serliga tá ið hugsað verður um kappingar, sum verða útskrivaðar í Føroyum. Í altjóða høpi er áhugin líkur øðrum, líknandi støddum av hugskotskappingum.

Kunngerast á Norðoyastevnu

Dómsnevndin hevur í fleiri umførum gjøgnumgingið uppskotini, Komið varð fram til tey uppskot, sum vóru mest áhugaverd, og varð síðani aftur tikið fram tey, sum vóru hildin at vera best.

Í dómsnevndarálitinum, sum nú verður skrivað, verður greitt frá, hvørji uppskot hava vunnið, og hví dómsnevndin hevur valt júst hesi uppskot.

Ætlanin er at almannakunngera vinnarar og uppskotini á Norðoyastevnuni.

Spennandi uppskot

Uppskotini eru sera spennandi og eru ymisk í síni loysn av, hvussu miðbýurin í Klaksvík kann verða í framtíðini.

Uppskotini deildu seg í ymiskar bólkar, har miðbýurin verður settur saman av smærri og størri býlingum. Summi uppskot hava ein tættleika við smærri støddum, og onnur vísa á møguleikar við størri, flottum bygningum. Sambandið millum eystur- og vesturarmin verður lýst á flest øllum uppskotum eins og samanbindingin til verandi býlingar.

Klaksvíkar Kommuna hevur í kappingarskránni lagt dent á at fáa týdningarmiklar funktiónir, arbeiðspláss og bústaðir í nýggja miðbýin. Eisini ynskti kommunan at fáa lýst møguleikar við ferðsluni, soleiðis at møguligt verður hjá gangandi og súkklandi at ferðast trygt gjøgnum nýggja miðbýin. Hetta ynski hava nógv av innsendu uppskotum tikið atlit til og loyst á ymiskan hátt.

Kommunan hevur eisini víst á, at tað er neyðugt at verja fyri tí vindi, ið kann vera tvørtur um Eiðið, og hetta hevur givið íblástur til tey nógvu luttakandi. Á innkomnu uppskotunum sæst, at møguleikar kunnu verða fyri uppihaldi í vardum økjum, har møguleiki verður at staðseta týdningarmiklar almennar funktiónir og handlar við bústøðum í stuttari frástøðu.

Roynd fakfólk í dómsnevndini

Í dómsnevndini hava sitið seks umboð fyri Klaksvíkar Kommunu og býin yvirhøvur umframt tríggjar fakdómarar – hesi eru: *Gunvá við Keldu, borgarstjóri, *Auðunn Konráðsson, formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini, *Óluva Klettskarð, býráðslimur, *Heri M. Hammer, býarverkfrøðingur, *Magnus Arge, umboðandi Klaksvíkar Handilsfelag, *Edward Fuglø, listamaður, *Gunnar Hoydal, arkitektur, *Mikael Viderø, arkitektur, og *Vibeke Lindblad, arkitektur. Skrivari og umsiting hjá dómsnevndini er Tórálvur Weihe, arkitektur vegna Arkitektafelag Føroya, Robert Thomassen og Selmar Nielsen, arkitektar frá SNA.

 Klaksvík, 16. mai 2012

Gunvá við Keldu

Borgarstjóri

Auðunn Konráðsson

Nevndarformaður