Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fleiri broytingar í byggisamtyktini fyri Hoyvík

http://www.188portal.net/:

Broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, serstøku byggisamtyktini fyri Myllutjørn og nýggjar serstakar byggisamtyktir fyri oman Mattalág og F-økið við Hoydalsá.

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 16. september 2013 hevur samtykt uppskot til broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu serstøku byggisamtyktini fyri Myllutjørn og nýggjar serstakar byggisamtyktir fyri oman Mattalág og F-økið við Hoydalsá.

BROYTINGAR Í ALMENNU BYGGISAMTYKTINI FYRI TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Ætlaðu broytingarnar eru, at 4. grundumráði við Hoydalsá, ímillum A3 økini vestan fyri Millum Gilja og við Villingardalsvegin, niðan til vatnbrunnarnar, verður broytt til lutvíst F-frítíðarøki og lutvíst D1-øki.

Ætlaða broytingin fevnir um partar av ognunum matr. nr. 1357a, 1379a, 1379c, 1175a, Tórshavn, umframt partar av 78 og 139a, Hoyvík.

BROYTING AV SERSTØKUBYGGISAMTYKTINI FYRI MYLLUTJØRN

Ætlaðu broytingarnar eru, at gera eina nýggja áseting í §4, stk. 1, um loyvi at klæða og bjálva betongveggin ímóti grannamarki og nýggja áseting í §4, stk. 5, um loyvi til at gera vindfang við høvuðsdyrnar.

NÝGGJ SERSTØK BYGGISAMTYKT FYRI F-FRÍTÍÐARØKI VIÐ HOYDALSÁ

Í sambandi við ætlan um gerð av einum frítíðarøki við frítíðarhúsum og teltplássi ovarlaga við Hoydalsá er gjørd ein serstøk byggisamtykt um skipan av økinum.

Ætlaða serstaka byggisamtyktin fevnir um part av ognini matr. nr. 1175a, Tórshavn.

NÝGGJ SERSTØK BYGGISAMTYKT FYRI BÚÐARBYGGING OMAN MATTALÁG

Í sambandi við at felagið Bústaðir ætlar at byggja leiguíbúðir á A3-økinum oman Mattalág er gjørd ein serstøk byggisamtykt.

Ætlaða serstaka byggisamtyktin fevnir um ognirnar matr. nr. 897e, 897h, 897i og 897k.

FRAMLØGA

Tilfar, sum lýsir uppskotini til broytingar av byggisamtyktini, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 7. til og við 28. oktober 2013, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 18. november 2013.

Kelda TK