Fleiri barna og ungdómstilboð á fíggjarlógini fyri 2013
Tað er eitt ótrúliga stórt arbeiði sum hevur verið framt innan barna og ungdómsarbeiði, hesu seinastu árini og tað fyribyrgjandi arbeiði heldur áfram komandi árini.
Í samband við fíggjarlógina 2013, havi eg saman við samgonguni virkað fyri, at vit eisni skulu hava ungdómsvirksemi á Argjum, Kaldbak, Kollafirði, Velbastað og eitt tilboð í Badmintonhøllini til 3 til 5 flokk. Hetta galdandi frá 1. januar 2013.Tað er upplagt, at vit byrja úti á Argjum fyrst.
Eg bardist fyri ungdómshúsum og serliga Klubb 188.
Hetta er ein sera góð íløga fyri okkara ungu. Eg virkaði eisni fyri, at ungdómurin í Hoyvík fekk sítt ungdómsvirksemi í Klubb 188 í Hoyvík. Lat meg siga beinavegin, at har var stór mótstøða í býráðnum og málið fall fyrstuferð tað var frammi.
Men eftir nakað av stríði, kom tað so í gongd. Ì Klubb 188, er tá ið tað er mest yvir 100 ungdómar og vitja.
Tí tykist tað mær sera løgið, at onkur nú kemur fram í lýsing í miðlunum, at viðkomandi var við til at seta gongd á Klubb 188 í Hoyvík. Ja, eftir ein politiska bardaga var viðkomandi við.** Vit hava í samgonguni sett í verk ungdómstilboð í Nolsoy, Norðasta Hornið og í Hoyvík. Umframt at vit hava Margarinfabrikkina.
3 flokkur heldur áfram.
Somuleiðis kemur 3. flokkur at halda áfram í 2013, har verður nú eitt foreldragjald á uml. 300 kr um mánaðin fyri hvørt barnið. Orsøkin til at gjald nú verður lagt á, er at hetta er órættvíst fyri hini frítíðarskúlabørnini í skipanini sum gjalda fullan barnaansingarprís. Har eru 1.6 milliónir settar av til rakstur til 3 flokk. Hetta er barna og ungómspolitikkur sum vil nakað.
Levi Mørk
býráðslimur