Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fleirflokkastýri best fyri høvuðsstaðin

Jógvan Arge, Tórshavn, valevni á Lista E:

Høvuðsstaðurin er undir stórum trýsti í landspolitikkinum. Við beráddum huga forða landsstýrisflokkarnir fyri, at Marknagilsdepilin verður bygdur, teir skerja játtanir til mentan og list, teir geva burtur fólksins ogn, teir senda almennar milliónir eftir útbyggingum, sum eru ófyrireikaðar, og teir niðurleggja týðandi vitanarstovnar, sum byggja land.

Alneyðugt er á býráðsvalinum týsdagin, at høvuðsstaðarkommunan svarar aftur upp á hesa einvísu og miðvísu herferðina mótvegis høvuðsstaðnum, og alneyðugt er, at ein politikkur verður førdur í Tórshavnar kommunu eftir valið, sum virkar ímóti hesum ráki. Tann politikkin kunnu listi E og listi C best føra saman.

Skal politikkurin næstu árini eydnast væl, er sera umráðandi, at listi E kemur so sterkur í Tórshavnar býráð sum gjørligt. Vit siga, at best er, at javnsterkir flokkar stýra kommununi, tí einflokkastýri er vandastýri.

Vilt tú tryggja høvuðstaðnum fleirflokkastýri og besta politikkin næstu fýra árini, set so X við lista E týsdagin. Gott val!

---