Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Flat-tax, fólkaflokkurin og fakfeløgini

At viðgera fólk eins, er at viðgera tey óeins, tí tey eru óeins.

Hetta eigur at vera grundarlagið fyri øllum arbeiði fyri fólk frá vøggu til grøv. Hjálpin og stuðulin eigur altíð at verða givin eftir tørvi, og tørvurin vil altíð vera ymiskur frá einum fólki til annað.

Og tørvurin er ikki konstantur, men varierar frá tíð til aðra.

Vit vita ikki frammanundan, hvør ið fær ein ella annan - størri ella minni - tørv, men øll vita, at tey í einum solidariskum vælferðarsamfelagi eru tryggjaði til eina og hvørja tíð.

Nýggja samgongan er nú í ferð við at taka kvørkratak á vælferðarskipanina fyri at seta eina ósolidariska skipan í staðin.

Tí ein flat-tax skipan førir við sær, at vælferðarsamfelagið fer at mangla nógvar mill. kr- í, samanlíkna við í dag, og hesin peningurin fer at vera kravdur inn, tá tær - nú ókeypis - vælferðartænasturnar skulu nýtast.

Hetta fer skjótt at vísa seg at blíva dýrt, ja so dýrt, at mong fara at sanna, at nógv minni verður eftir til alt tað vanliga, enn áðrenn flat-tax var viðtikið og sett í gildi.

Tann nógv umrøddi skatturin á eftirlønina skal brúkast til at tippa nøkur av flat-tax holunum, so vælferðarsamfelagið ikki fullkomuliga verður skotið í sænk. Men tær mill. , ið skatturin av eftirlønini geva, fara so at mangla í onkra aðra staðni. Øll áttu at vita, at eitt fólkafloksparadís byggir á ójavna teimum ríku og vælbjargaðu til fyrimunar, tí til tess er flokkur teirra stovnaður, og á tann hátt hevur hann virkað í samfull 70 ár: altíð at taka frá fjøldini og geva teimum, ið annars hava í yvirflóð. Henda høgrakós hevur verið - er - og fer altíð at vera teirra eyðkenni.

Undarligt at fjøldin og fleiri flokkar fylgja hesu kós, tí óvitandi um avleiðingarnar nýtist ongum at vera.

Vónandi gera fakfeløgini teirra skyldu bæði nú og í komandi framtíð, soleiðis at skaðin gerst so avmarkaður, sum tað nú einaferð letur seg gera.

Dagfinnur Danbjørg