Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Flatskatturin er ikki flatur

Vinnuhúsið: Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at kjakið um nýggju skattaskipanina er farið av sporinum. Sokallaða flatskattaskipanin er ikki ein flatskattur, men ein flatari progressiv skattaskipan.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at broytingar verða gjørdar av skattalógini ásannandi, at arbeiðsgevarar hava trupult við at fáa fólk at arbeiða meira. Felagið heldur, at tað skal loysa seg betur hjá øllum inntøkubólkum at arbeiða meira.

Tað jaliga við nýggja skattauppskotinum er, at øll fólk, sum forvinna millum 65.000 og 600.000 kr. koma at gjalda 20% í landsskatti av hvørjari eyka kr. tey forvinna.

Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at hetta økir um hugin at arbeiða meira, tá høvi býðst, sæð í mun til verandi skattaskipan, har arbeiðstakarin rindar 33% í landsskatti av hvørjari eyka kr., longu tá tey forvinna 250.000 kr. Við kommunuskatti og øðrum gjøldum hevur marginalskatturin ligið um 60% seinastu árini. Ein so høgur marginalskattur virkar køvandi fyri fyritakssemi og innovatión í samfelagnum.

Tað kann vera trupult at meta neyvt um, hvussu stórur hugurin at arbeiða meira verður. Tað er tó eingin ivi um, at fyritøkur fara at kunna loysa fleiri uppgávur, sum tær annars ikki hava kunna átikið sær.

Soleiðis sum støðan er í løtuni, so kemur tað ofta fyri, at arbeiðsgevarar ikki fáa starvsfólk at átaka sær fleiri arbeiðstímar orsakað av høga skattinum av seinast vunnu krónuni. Nýggja skattaskipanin fer at broyta hetta og verða viðvirkandi til, at fyritøkur fáa øktan umsetning og á henda hátt verða enn betri fyri at halda seg framat øðrum uppgávum. Uppá longri sikt vil broytingin í skattaskipanini seta gongd á størri virksemi við tí úrslitið, at fleiri arbeiðspláss verða skapt.

At skattaskipanin gevur fólki ta røttu tileggjanina at arbeiða, hevur sera stóran týdning fyri búskaparvøksturin í landinum og gevur neyðuga dynamikkin í búskapinum. Somuleiðis væntar Føroya Arbeiðsgevarafelag, at broytta skattaskipanin fer at gera tað meira áhugavert hjá fólki at koma aftur til Føroyar at arbeiða. Skatturin er í dag so høgur, at fólk aftra seg við at flyta aftur til Føroya.

At uppskotið til nýggja skattaskipan verður kallað ein flatskattur, er beinleiðis skeivt. Verandi skattaskipan hevur 5 skattatrin, og uppskotið um nýggja skipan hevur 4 skattatrin. Munurin er heldur, at uppskotið leggur upp til ein flatari progressiviet, men við einum hægri botnfrádrátti.

Sambært kanning hjá Hagstovuni er Føroyar heimsins javnasta land, tá tað snýr seg um inntøkumun millum rík og fátøk. Av OECD-londunum er Danmark í løtuni nr. 3 og Svøríki sum nr. 5, tá tað snýr seg um inntøkumun millum rík og fátøk. Tað er tí púra burturvið, tá tosað verður um, at hesin nýggi flatari skattastigin er ein hóttan móti vælferðarsamfelagnum.

Tað er natúrligt, at tey, sum í dag rinda hægsta skattin, verða tey, sum merkja eina broyting í skattaskipanini frægast. Tær lægru lønirnar rinda lutfalsliga minni í skatti, og tí er broytingin fyri tey ikki so týðilig.

Um man skal tosa um nakra hóttan móti vælferðarsamfelagnum, er tað heldur verandi skattaskipan, tí um vit ikki fáa skapt neyðuga búskaparvøksturin og dynamikkin í hesum samfelagnum, fara vit at síggja eina seigpíning av vælferðartænastunum, tí vit ikki fáa skapt tær neyðugu inntøkurnar til at fíggja tær.** Um føroyska skattaskipanin verður broytt soleiðis, sum ætlanin er, so sleppa føroyingar av við ivasama heiðurin at hava heimsins hægsta marginalskatt á lønum. Hetta verður til frama fyri allar løntakarar og samfelagið sum heild.