Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Flaggrøða í Fámjin: Skáltalur um fløgg og farnar tíðir, byggja ikki nakað land

Speiskliga verður viðhvørt sagt, at tað verða ikki skáltalur um fløgg og farnar tíðir, ið byggja nakað land, og hetta er eisini púra rætt. Hjá okkum, sum nú virka í landinum, er umráðandi, at vit støðugt menna samfelagið og fólkið, og á tann hátt styrkja stoltleikan fyri Merkinum. Hetta gera vit eisini í bý- og bygdaráðum hvønn dag. Allatíðina royna vit at skapa umstøður til komandi ættarlið at kunna virka her á landi og byggja víðari á tað, sum longu er framt, segði Heðin Mortensen, býráðsformaður í Havn, m.a. í røðu síni í Famjin:

Góðu suðringar, góðu fámjiningar, góðu gestir!

Tað er mær ein sannur heiður at halda flaggrøðuna her í Fámjin í ár. Liðin eru nú 74 ár, síðan bretar góðkendu flagg okkara 25. apríl í 1940, men flaggið er eldri enn so, eins og mong tykkara vita. Fyrsta flaggið av øllum hongur í kirkjuni her í bygdini, og tað var bygdasonur tykkara, Jens Olivur Lisberg, sum teknaði tað. Allar dagar fer hetta at standa skrivað í Føroya søgu, og allar dagar verður hetta ein tann størsti stoltleikin í søguni hjá Fámjin.

Søgan um flaggið hevur mangar træðrir, eisini til mín persónliga. Abbasystir mín, Kristina Mortensen, var gift við Dánjali Johan Lisberg, beiggja Jens Olivur. Og eisini til tey bæði, Kristinu og Dánjal Johan, er ein serlig flaggsøga, sum eg skal koma aftur til.

Í ár eru liðin 100 ár, síðan fyrri heimsbardagi byrjaði í 1914. Kríggið endaði í 1918, og árið eftir varð sett í verk at skipa eitt fólkasamband, har allar tjóðir skuldu eiga sess og hava frælsi at viðgera og avgera síni egnu viðurskifti. Føroyskir studentar í Danmark vóru hugtiknir av teimum tonkum, sum vóru frammi tá, og teir vóru eisini hugtiknir av fosturlandskærleikanum hjá íslendingum, sum høvdu fingið sítt egna flagg í 1915.

Í kamarinum hjá Jens Olivuri Lisberg og Paula Dahl í Store Kongensgade í Keypmannahavn vóru samráðingar um, hvussu eitt føroyskt flagg skuldi síggja út. Eitt uppskot varð borið fram í Føroyingafelagnum 2. mars í 1919, sum varð góðkent. Jens Olivur fór so á Nordisk Fane- og Flagfabrik at fáa gjørt eitt stórt flagg. Janus Øssursson var við honum, og teir stungu flaggið út av vindeyganum hjá Emil Joensen. Her veittraði Merkið á fyrsta sinni.

Men teir ungu og djørvu studentarnir steðgaðu ikki her. Jens Olivur Lisberg, sum varð føddur her í Fámjin í 1896, hevði flaggið heim við sær og vant tað á stong her í bygdini 22. juni í 1919 í sambandi við eitt brúdleyp. Tann dagin veittraði Merkið á fyrsta sinni í Føroyum. Hetta brúdleyp var brúdleypið hjá Kristinu, abbasystir míni, og Dánjali Johan Lisberg, beiggja Jens Olivur. Tey fingu flaggið í brúðargávu. Tey flaggaðu síðan við hesum flagginum gjøgnum árini og varð tað síðstu ferð flaggað við tí til jarðarferðina hjá Dánjali Johan í 1952.

Flaggið í kirkjuni er sostatt ein sannur dýrgripur, sum fámjiningar tíbetur hava varðveitt væl, og sum vónandi verður varðveittur her í alla framtíð.

Í 1930, tá 11 ár vóru liðin, síðan Jens Olivur flaggaði við Merkinum í Fámjin, tók seg upp stríð á Tingvøllum í Íslandi, tá danski forsætisráðharrin kravdi at fáa Merkið niðurtikið, tí tað var ikki góðkent flagg. Á ólavsøku sama ár varð Dannebrog kvett niður av tinghúsinum í Havn og Merkið hongt út av vindeyganum – hvør skal siga, sum tøkk fyri seinast. Flaggstríðið kom tá í hæddina, og spurningurin var, hvussu tað skuldi enda.

Hesin spurningurin varð skjótt avgjørdur, tá heimsbardagin byrjaði. Bretar, ið hersettu Føroyar, vildu ikki, at føroyingar skuldu sigla við Dannebrog, tí týskarar høvdu hersett Danmark. Eina løtu var ivi um, hvat flagg føroyingar so skuldu brúka, og eitt uppskot var, at føroysk skip skuldu sigla við einum grønum flaggi. Men so varð ikki. Tann 25. apríl í 1940 góðkendi bretski konsulin, Mason, Merkið sum alment føroyskt flagg.

Merkið er sostatt ungt sum flagg, men øll vit, sum eru vaksin upp við tí, vita ikki um annað enn at flagga við Merkinum – og fegnast um tað. Sjálvur varð eg føddur stutt hiðani í Trongisvági í apríl 1946. Barnaheim okkara var á Brekkunum í Trongisvági. Har var gott at vaksa upp. Úr húsunum sást út á Trongisvágsfjørð, tá mongu skipini komu og fóru, og í ódnarveðri var mangan hugtakandi at síggja rokið á fjørðinum.

Barnaárini her suðuri segðist, at eg sjálvur sum lítil piltur var rættiliga rokaligur, onkur meinar, tað eri eg enn... Men eina ferð var stórt uppstandilsi í Trongisvági, tí drongurin var horvin, og farið varð at leita bæði á sjógvi og landi. Leitað varð væl og leingi, og at enda varð eg funnin snorksovandi í eini sátu. Soleiðis var lívið tá. Frítt og gott, og svóvu vit ikki í sátum, hjálptu vit til at mjólka, spældu við bátar, gingu á stúltum, koyrdu kassabil ella fiskaðu. Ella við spenningi eygleiddu vaksnu dreingirnar og mennirnar fara í grind um Oyrnafjall til Fámjins.

Í fimmtiárunum var stór kreppa í landinum, eisini her í Suðri. Fleiri fluttu av oynni eisini í onnur lond at virka og búgva. Vit fluttu til Havnar í 1955. Minnist tá ið vit fóru at pakka, alt fór upp í ein lastbil, sum koyrdi viðførið yvir á Smiril. Hetta var harður kostur fyri ein smádrong sum meg, tí eg varð jú skryktur úr mínum trygga heimi, her eg hevði alt mítt.

Enn minnist eg, hvussu rørdur eg var, tá Smiril fór út eftir fjørðinum, og bygdin spakuliga hvarv, men lukkutíð gjørdist uppvøksturin í Havnini eisini góður. Har fóru vit m.a. at spæla fótbólt, ganga í biograf og at ganga til skótarnar. Hjá skótunum var nógv virksemi, og vit høvdu tað sera stuttligt har. Skipað varð m.a. fyri útferðum ymsastaðni í Føroyum, og eina ferð fóru vit søguliga ferð til Fámjins.

Útferðin var í 1958. Skótar úr Danmark vitjaðu í Føroyum, og stór skótalega skuldi vera við Kirkjuvatn her uppi yvir bygdini. Veðrið var gott, tá vit fóru suður við Smirli, og vit komu á Tvøroyri hóskvøld og gistu í skótahúsinum hjá Fløtt. Morgunin eftir gingu vit upp um Oyrnafjall til Kirkjuvatn, har tjøldini vórðu sett upp. Veðrið var av besta slag, og her var høgt til loftið og vítt til veggja í stórslignu náttúruni.

Sunnudagin fóru vit ein siglitúr við Fámjins-bátum, sum førdu okkum fram við vestursíðuni á oynni, sum var ein minniligur túrur. Okkara bátur æt Edilingur. Komnir aftur sunnukvøld brast ódnarveður á við nógvum vindi og regni, og tjøldini uppi við Kirkjuvatn fóru mest at kalla í luftina. Ráðiligt var ikki at liggja nátt við vatnið, og vit máttu øll oman í bygdina at fáa innivist.

Og har tók bygdafólkið ímóti okkum við opnum ørmum. Summi fingu innivist privat, og onnur svóvu í skúlanum. Í fleiri dagar vóru vit øll í Fámjin, og blíðskapurin var óførur. Vit gjørdu legubál og sungu um kvøldarnar, tá veðrið var vorðið betri. Niðan aftur til vatnið fóru vit ikki aftur, hóast veðrið batnaði, tí tjøldini vóru skrødd og kundu ikki brúkast. Skótalegan gjørdist tí ein minnilig vitjan bæði fyri okkum skótar og fyri bygdafólkið her í bygdini, og sum eg beri við mær við stórum takksemi. Skótatíðin var spennandi, tí hon hevði mangar øðrvísi upplivingar við sær. Har var eisini ein serliga stórur dentur lagdur á samanhaldið og virðingina fyri flagginum. Tá vit vóru á legum var fastur táttur, at vit tíðliga á morgni og um kvøldið heilsaðu flagginum.

Hetta tók eg við mær, tá eg gjørdist virkin í ítrótti, og ítróttalívið var ikki minni spennandi. Sum forseti í ÍSF frá 1980 til 2008 var eg uppi í mongum málum, sum snúðu seg um at vinna flagginum viðurkenning og fáa Føroyar framá á altjóða pallinum. Ongantíð hevur verið sjálvsagt, at vit sum ítróttatjóð skuldu fáa altjóða viðurkenningar, men við treiskni hevur mangan eydnast at fáa tær kortini.

Í Ítróttasambandi Føroya eru í dag 16 sersambond, og av teimum hava níggju altjóða viðurkenning. Hetta merkir, at føroysk ítróttafólk í viðurkendu ítróttagreinunum kunnu bera Merkið høgt í altjóða kappingum. Eitt nú hava vit sæð Pál Joensen kappast í evropameistarakappingum og heimsmeistarakappingum við sera góðum úrslitum. Hetta er møguligt í dag, tí Svimjisamband Føroya fekk altjóða viðurkenning longu í 1981.

Ítróttafólk við breki hava kappast á átta paralympiskum leikum síðan 1984. Hetta er møguligt, tí ÍSB hevur altjóða viðurkenning. Í fleiri førum hava føroysku luttakararnir á paralympiskum leikum vunnið gullmerkir, og Merkið er farið í húnar hátt undir liðini á bæði tí amerikanska og bretska flagginum. Hondbólturin og fótbólturin kappast eisini undir føroyskum flaggi í altjóða kappingum og somuleiðis borðtennis, badminton, flogbóltur, judo og bogaskjóting.

Men stríðið fyri at vinna Merkinum viðurkenning er ikki liðugt. So tíðliga sum í 1984 søktu vit um at fáa olympiskan limaskap, og stutt eftir sá út til, at limaskapurin fór at verða góðkendur. Men so kom stígur í málið. IOC-forsetin fekk í lag, at ósjálvstøðug lond skuldu ikki longur sleppa upp í felagsskapin, og framvegis sleppur Merkið tí ikki at veittra á olympisku leikunum. Tó havi eg eina vón um, at vit fara at fáa olympiska limaskapin, um vit treiskast nóg leingi!

Hóast altjóða viðurkenningar, so skal ikki altíð takast fyri givið, at fremmand lond hava føroyskt flagg til taks, tá fundir ella kappingar eru. Eg havi tí altíð havt eitt føroyskt flagg í kuffertinum, tá eg eri á ferð, og onkuntíð hevur brúk verið fyri tí, har vertirnir við størstu virðing fyri flagginum og Føroyum hava takkað fyri beinasemið.

Mangan verður sagt, at Fámjin er vakrasta bygd í Føroyum. Eg kann ikki annað enn vera samdur. Hon er so ómetaliga vøkur, her hon liggur sum einasta bygdin í oynni og lítur vestur í hav. Góðveðursdagar er bygdin ein sjón fyri gudar, og stórsligin er hon eisini, tá ódnirnar herja, og flaggstengurnar standa at bresta av hørðu hvirlunum. Tá er ikki ráðiligt at leggja til havs, men tað var tað, tá Niels Mørk í Sandvík við bátinum Tórgrími skuldi eftir síni tilstundandi brúður á sinni.

Tað sigst, at hann á hesi ferð var ein tann fyrsti, ið sigldi við Merkinum á stong. Hetta var í 1922, flaggið hevði systur hansara, Maria, seymað. Ikki øll vóru fegin um hetta, og sýslumaðurin á Tvøroyri segði, at hann skuldi strúka flaggið. Niels Mørk hugdi upp og segði, at kanska var flaggið nakað rukkut og trongdi til at verða strokið, og hann kundi fara í reinsaríið hjá Mariu í Skorti og fáa tað gjørt. “Nei, segði sýslumaðurin, “tú skalt taka flaggið niður!” “Tað geri je ikki,” svaraði Niels og fór siglandi av Tvøroyri við flagginum í húgnar hátt.

Hendan søgan sigur eitt sindur um, at allar broytingar – eisini tað at fáa sær nýtt flagg – kunnu hava við sær eitt sindur av ólýdni í fyrstani.

Myndugleikarnir eru settur í verðina at varðveita tað, sum finst frammanundan, men frambrot vaksa ofta úr fólkinum og teimum rørslum, sum vanlig fólk standa á odda fyri. Átakið hjá Jens Olivuri Lisberg og hansara vinmonnum í Keypmannahavn í 1919 skapti eina tílíka rørslu - flaggrørsluna.

Ósemja var millum føroyingar um flaggið í fyrstani, tí summi hildu Merkið at vera eitt loysingarflagg. Tey tóku tí ikki undir við tí. Onnur strongdu á at fáa flaggið viðurkent, ikki minst umborð á skipum og á fólkafundum um tað mundið, tá avgerðin um flaggið skuldi takast í 1940. So seint sum tann 24. apríl í 1940 skipaði ungmannafelagið Merkið fyri fundi á Tinghúsvøllinum at krevja Merkið til heiður og æru.

Ein av røðarunum var Jóannes Patursson. Hann heitti á mannfjøldina, løgtingsmenn og amtmannin um at taka undir við flagginum og skilti ikki, at amtmaðurin mótmælti øllum fløggum uttan Dannebrog. Jóannes segði, at um kongur Danmarkar visti um støðuna, sum var íkomin, hevði hann als onki havt ímóti, at føroyingar flaggaðu við Merkinum. Eini 800 fólk vóru komin saman á Tinghúsvøllinum hetta kvøldið.

So spent var støðan tá, men tá avgerðin var tikin dagin eftir, varð hon ongantíð broytt, og í dag standa vit øll saman um Merkið. Merkið ímyndar logn og ódn, sorg og gleði, lív og deyða, heilagt og hátíðarligt, hvíld og stremban, ja, alt, sum vit menniskju eru. Tvørtur um flokspolitisk mørk og tvørtur um allar ósemjur er Merkið fremsta súmbolið, ið bindur okkum saman og styrkir okkara tilvit sum fólk.

Speiskliga verður viðhvørt sagt, at tað verða ikki skáltalur um fløgg og farnar tíðir, ið byggja nakað land, og hetta er eisini púra rætt. Hjá okkum, sum nú virka í landinum, er umráðandi, at vit støðugt menna samfelagið og fólkið, og á tann hátt styrkja stoltleikan fyri Merkinum. Hetta gera vit eisini í bý- og bygdaráðum hvønn dag. Allatíðina royna vit at skapa umstøður til komandi ættarlið at kunna virka her á landi og byggja víðari á tað, sum longu er framt.

Ein týðandi táttur í hesum arbeiði er at fáa samstørv í lag. Alsamt fleiri kommunur leggja nú saman ella ganga saman í samstørv, og í Føroyum hava vit nú aftur bara eitt kommunufelag, tí kommunurnar síggja størri virði í at vera saman enn at standa spjaddar. Eg veit, at Fámjins kommuna hevur virkað dúgliga fyri hesum samstarvinum, og tað fegnist eg um, tí við teimum avbjóðingum, vit hava fyri framman á kommunala økinum, er umráðandi, at kommunurnar hava felags stev.

Eisini er alneyðugt, at kommunurnar allatíðina eru virknir viðspælarar, tá vinnulívið er til reiðar at taka stór stig. Eitt dømi um hetta síggja vit í Suðri í hesum døgum, har stórt vinnuligt virksemi hevur tikið seg upp í sambandi við pelagiska fiskiskapin. Tað snýr seg um at taka av teimum møguleikum, ið vísa seg, og hetta hava suðuroyingar duga betur enn tey flestu, eins og vinnusøga Føroyar vísir. Mín vón er, at uppi yvir teimum verkum, sum vit fara at fremja í framtíðini, fer Merkið framvegis at veittra fagurliga og heiðurliga, og tá vit fara at fegnast um hesi verk, kunnu vit altíð minna nýggj ættarlið og nýggjar íbúgvar á, hvar vøggan stóð. Vøggan stóð her í Famjin! Her veittraði Merkið á fyrsta sinni fyri brúðarpari og eini heilari tjóð, og sum ímyndar okkara samleika, stoltleika og savningarmegi.

Takk fyri! Og góðan flaggdag øll somul.

Heðin Mortensen