
Flaggdagshald og - renning í vetrarveðri
Flaggdagshaldið á Vaglinum var ein kaldur umgangur í gjár, men sera væleydnað kortini. Nógv fólk og gott lag, Johanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, helt røðu. Flaggdagsrenningin, sum Bragdið hevur skipað fyri í samfull 30 ár, fekk sera stóra undirtøku.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti flaggdagsrenningina í gongd. Sjálvur hevur hann runnið nógv seinnu árini, somikið, at tað er vorðið ein lívsstílur hjá honum.
Borgarstjórin ynskti Bragdinum tillukku við at hava fyriskipað flaggdagsrenningini í 30 ár og frøddist um stóru luttøkuna.