
Flaggdagshald í Reykjavík
Sendistova Føroya í Reykjavík skipar fyri sínum árliga flaggdagshaldi í Reykjavík flaggdagin 25. apríl kl. 16.00 í Café Flóru, sum liggur í vakra Grasagarðinum í Laugardali í Reykjavík.
Aksel V. Johannesen, løgmaður flytur fram røðu. Borðreitt verður við føroyskum brellbitum og drykkjuvørum, og Signar í Homrum framførir.
Sendistova Føroya í Reykjavík