Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Flaggdagshald á Regensen: Fyrr var eisini flaggað við donskum flaggi

Mannbjørn Jacobsen, upplýsir, at Óli helt høvuðsrøðuna. Sjálvur segði hann nøkur orð aftaná at Anna Soffía Lava hevði sett haldið.MFS var umboða, og rundvísing hevði verið frammanundan. Góðar røður og nógv fólk, sigur heimildarmaðurin.

Flagdagshald á Garði (Regensen) 25. april 2013

Regensen er fyri tey, sum vita um tað, mest kent fyri eitt ótal av siðum, traditiónum á donskum, sum ikki eru vanligir í hesum landi, meiri at sambera við gamla týska lærda hákúla umhvørvið ella kanska traditionellir boarding scools í Onglandi. Nakrir eru stutligir, nakrir løgnir, summir næstan vandamiklir.

Minst tveir aðrir eins gamlir studentabústaðir liggja stutt frá her, men eru ikki undirdíktir í so nógvum siðum, um nøkrum.

Regensen er yvir 500 ára gamalt. Tað er grunslagt av peningi frá sokallaða Kommunitetinum, stovnsfæi frá Frídrikk 2, hann sum Magnus Heinason tosaði við, men bygt av Kristian 4., ein av kendu bygningunum hjá honum, Rundartorn beint her við er ein annar.

Eitt ótal av kendum dønum, nakrir kendir føroyingar og nakrir kendir íslendingar við, hevði eg trúð, eg kenni ongan, teir eru, hava búð her, islkendingar áðrenn 1922, stendur í søguyvirlitinum hjá Regensen, aðrenn personaluuniónina við Danmark í 1918.

Kendir danir á Regensenr: Fleiri av kendastu skøldum digtarum teirra hava búð her, Brorson Kingo, St. Stensen Blicher t.d. ikki tó sjálvur gamli Grundvig. Hann búði á einum av hinum gomlu kollegiunum. Málfrøðingurin Rasmus Rask, dugdi 70 mál, J. Chr. Hostrup, fyri mær og flestu bara kendur fyri Genboerne, sum hann skrivaði á Regensen. D. G. Monrad og Carl Plog kendir politikarir frá striðnum um Suðurjútland Dybbøl og tað umkring, Viggo Hørup, radikali oddvitin (sum Tobbi sigur). Vilhelm Buhl ivasamt kendur aftaná kríggið, Kaj Munk yrkjaraflogvit, myrdur undir krígnum av nasistum, Jens Otto Krag og K. B. Andersen frá tíðini, tá danska sosialmokratiið var ein barriera, teir borgarligu ikke sluppu um.

Kendir føroyingar á Garði, umframt flaggskaparinir J. O. Lisberg og Emil Joensen, kanska Pauli Dahl við, Fr. Petersen fyri ”Eg oyggjar veit”, hin tjóðsangurin m.a. Kendir í Danmark og altjóða: Niels Finsen, føroyingur av blandaðum donskum íslendskum uppruna, nobelvirðisløn í læknavísind fyri stráluviðgerð, Jørgin Frants Jacobsen, vinur William Heinesen, fyri Barbaru, ið er filmað av Niels Malmrose fyri nøkrum árum síðan.

J.H.O Djurhus Janus búði eisini her einaferð, sum helst okkurt stuttligt er um. ** Uttan annars ætlan um samanbering, havi eg sjálvur búð her eina tíð, undir tveimum próstum, tó eftir hvørjum øðrum, próstaskifti var, og einum varaprósti, tí seinasta. Flutti sum flestu eini tvær ferðir, frá einum myrkum holi við takvindeyga 9x18 (peiki), til eitt við stórum vindeyga út móti garðinum 7x7, so eitt við heili tveimum verilsum og vanligari køk til 6x6 (stytti hetta nakað).

Regensen er nakrar ferðir nevnt í okkara søgu, longu í 1890 unum, tá føroyska tjóðskaparliga rørslun byrjaði, mest kent frá skapanini av føroyska flagginum í 1919, sum var her á Regensen, ikke 1916, sum enn enn stendur á heimasíðuni hjá Regensen, undir søguligir tilburðir.

Føroyska flaggi var gjørt av lesandi, studentum, og kallast tí ofta studentaflaggið. Tað varð alment gjørt til tjóðarflagg 25. apríl 1940, júst hendan dag, orsakað einari serliga hending undir Øðrum Veraldarbardaga, tá bretar fyri fyrstu ferð kravdu, at at føroysk skip skuldu føra føroyskt flagg.

Ein standandi ósemja, ella kanska heldur eitt lokalpatriotiskt stríð klandur, goymt aftanfyri autentitets ella granskingar áhuga, er, heilt frá tí, at flaggið varð til, um hvør veruliga kom við litsamansetingini, har høvuðspersónarnir hava skiftandi leiklutir. Her er ein teirra Emil Joensen frá Bø, nær heimbygd míni, liggur inni á sama fjørdi, nú heilt gliðin út av meting. Hann var longi føroyskur prestur í Keypmannahavn og livdi enn, tá eg kom niður at lesa.. Onkuntíð hoyrist, at eitt ókent føroyskt konufólk, skuldi geva honum hugskotið. Har hvarv tjakið heilt uttanfyri gitna manna lið.

Uppruna flaggið hengur í einum glasskápi i kirkjuni í Fámjun, har er Jens Oliver Lisberg, var frá. Hann doyði stutt aftaná av herviligu tuberklunum, og er tað í viðurkenning av luti hansara, at flaggið kom til heimbygd hansara.

 Føroyska stýrislógin og frælsaru viðurskiftini aftaná kríggið er eitt úrslit av krígnum og serstakliga ensku hersetingini av Føroyum. Fram fór í átíggju ein stilt kríggj føroyingar millum og føroyingar og danskar myndugleikar millum um støðu okkara í ríkinum og flaggið, sum helst hevði bara hildið fram longi aftrat, um ikki Danmark var stekt av týsku hersetingini og vald teirra ikki longur rakk Føroyum.

Føroyingar ráddu í veruleikanum í nøkur ár yvir sær sjálvum undirlagdir bara avmarkingar frá einari vinarligari sinnaðari herseting.

Sama dag, sum Danmark varð hersett, fór eitt fiskiskip frá heimbygd míni Eysturoyggin, at flagga við føroyskum flaggi. Hetta ikki so mikið egið átak sum kravt av bretsku hernaðarmyndugleikunum, sum ikki góðtóku Danabrók á føroyskum skipum, aftaná at Danmark var hersett av mótparti teirra í krígnum Týsklandi. Kravið um egið eller uttaneltað flagg kom frá teimum bretsku myndugleikunum 25. apríl 1940, hendan dag. Hann var seinni fastlagdur til føroyskan flaggdag.

Føroyska flaggið hevur lagnu við fleiri ødrum tjóðarfløggum, at vera komið til í eini kríggstíð við kríggssigling og miss av skipum og manning, sum beinleiðis avleiðing av kríggs hendingum. Føroysk sjófólk, ið sigldu uppá Ongland, vórðu av týskarunum mettir á sameindari síðu og viðfarnir so í fullum týdningi.

Tað var upprunaliga ikki góðkent av øðrum partinum av føroyingum, sjálvstýrissíðuni, hinu valdu heldur Danabrók. So er støðugt gliðið eftir í góðtøku av flagginum frá sambandssíðu, so hvørt sum føroyska verður vanliga brúkt, danska einans lítið ella viðhaldsfólk teirra doyggja út, so sambandssíðan góðtekur føroyska flaggið, sum gamla siðkenda traditionella Føroyar. Fyri sjálvstýri og seinni loysingarkreftirnar er flaggið eitt frælsisflagg.

Fyrr varð bara flaggað við donskum flaggi, var tað ikki veðramerkið ella tjaldursmerkið, í dag bara føroyska flagginum í Føroyum, um tað ikki eru konsulatir, fremmand skip, ella Frelsunnarherurin, sjálvt til 1. Mei. Reyða flaggið kappast heldur ikki nógv í Føroyum. Tað sæst til øll høvi, til føðingardagar, brúdleyp o.s.fr. og so hendan dag fast á Regensen. Tað er egið átak á staðnum. Tað stendur nevnt sum fastur siður á heimasíðuni undir søguligar hendingar.

Takk.