Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Videofilmur: Fjølmiðlafráboðan um Føroya ljóð

Tann 22. august kom út bókin “Føroya ljóð” eftir Marianne Clausen.

Hetta er ein sera forvitnislig útgáva av føroyskum fólkamusikki.

Høvundurin er Marianne Clausen, sum hevur skrivað upp løgini av øllum teimum upptøkum, sum eru gjørdar av føroyskum fólkamusikki síðan 1902. Av hesum 6000 upptøkum valdi hon 3.300 at koma í tær fýra bøkurnar, sum hon læt úr hondum frá 2003 til 2012. Her vóru Føroya Kvæði, Kingoløg, løg til danskar vísur og skjaldur.

Nú hevur hon so av hesum løgum tikið 280 og sett tey saman í hesa nýggju bókina. Hon skrivar eina fróðarviðgerð av føroyskum fólkasangi og setur hann inn í eina altjóðamynd av øllum tónleiki.

Hildið verður, at henda viðgerð fer at vekja ans víða hvar, og at henda bók fer at verða nýtt til musikkfrálæru ikki bert í okkara egna musikkskúla, men eisini í miðnámsskúlum og á universitetstøði. Bókin er umframt á føroyskum eisini skrivað á enskum, so tey eru nógv sum kunnu fáa gagn og gleði burtur úr henni.

Umframt nótarnar hevur henda bók nakað higartil ókent. Upprunaupptøkurnar, sum hava ligið og fúnað á søvnum víða hvar, eru tiknar fram og viðgjørdar, so tað ber til at hoyra tær á teimum báðum fløgunum, sum fylgja við bókini. Tað er hjartanemandi at hoyra hesar upptøkur frá monnum og konum, sum hava borið okkara mentanararv til okkum at fegnast um

Bókin er innbundin við kápumynd eftir Trónd Paturssyni. Síðurnar eru 319.

Tað er forlagið Stiðin, sum hevur givið út.

Myndirnar og videoupptøkuna, hevur Páll Poulsen, staðið fyri.



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=DslAzLNf280]