Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fjarlesandi fara at fáa lestrarstuðul

Tíðindaskriv:

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, boðaði frá í løgtinginum í gjár, at hann fer at koma við einum uppskoti um, at tey sum lesa fjarlestur, eisini skulu fáa lestrarstuðul.

Landsstýrismaðurin segði hetta, tá hann svaraði einum fyrispurningi frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni.

Helgi Abrahamsen spurdi, hví tey ið taka útbúgving við fjarlestri, ikki fáa lestrarstuðul, og eisini spurdi hann, um landsstýrið arbeiðir við at fáa hesi viðurskiftini í rættlag.

Bjørn Kalsø svaraði, at hann arbeiðir við eini ætlan, sum hevur til endamáls at geva fjarlesandi lestrarstuðul, men hann roknaði tó ikki við, at skipanin fór at virka fyrri enn í 2014.

Helgi Abrahamsen heitti á landsstýrismannin um at royna at bera so í bandi, at skipanin verður klára fyrri enn so, og vísti millum annað á, at tað er ein mótsøgn, nú so nógv verður tosað um at steðga fólkafráflytingini, at vit geva stuðul til tey sum flyta, men ikki til tey, sum velja at verða búgvandi í Føroyum.

Orðaskiftið í løgtinginum vísti, at breið undirtøka er í tinginum fyri, at fjarlesandi skulu hava lestarastuðul.