Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fjallasúkkling: Enn ein sigur til Dávur Magnussen

Tað var Dávur Magnussen, ið gjørdist vinnari av fjórða umfari av Vetraplúmm súkklukappingini sum fjallasúkklufelagið skipaði fyri sunnudagin.

Tíðindaskriv:

Og tað var Føroya Studentaskúli í Hoydølum, ið var karmur um kappingina hesu ferð. Koyrt varð á gøtunum í Viðarlundini í Hoydølum. Allar seks kappingarnar eru skipaðar á sama hátt, og luttakararnir skulu koyra í ein tíma, áðrenn farið verður út á seinasta umfar, ella finalu umfarið.

Sunnudagin var ongin ivi hvør fór við sigrinum. Eina løtu fylgdist Dávur Magnussen, Hilmar Hansen og Jógvan Højgaard. Men tá kappingin var hálvrunnin setti Dávur ferð á í brekkuni aftanfyri Studentaskúlin, brekkan niðan á Garðaveg. Dávur “sprongdið” feltið, og tað var ongin tjansur hjá Jógvan og Hilmar at koyra Dávur inn aftur. Teir gjørdu eina roynd at arbeiða saman um at minka um munin, men Dávur var vælkoyrandi, økti og økti tí aftur til hinar. Tað bleiv tí til ein sannførandi sigur til Dávur Magnussen.

Hetta er annar sigurin hjá Dávur í Vetraplúmm 2016. Í samlaðu kappingini er tað tó Hilmar Hansen, ið liggur á odda.

Seks kappingar skulu koyrast áðrenn samlaði vinnarin kann finnast. Av tí at Dávur bert hevur luttikið í tveimum av fýra kappingum, ber ikki til hjá honum at kappast um samlaða sigurin.

Úrslit av 4. Umfari av Vetraplúmm 2016:

1. Dávur Magnussen
2. Hilmar Hansen
3. Jógvan Højgaard
4. Gunnar Dahl-Olsen
5. Sigmund Olsson
6. Uni Vitalis