Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fiskur alsamt størri týdning sum matvøra

Fólk hava ongantíð etið so nógvan fisk sum nú, og fiskivinna hevur ongantíð fyrr havt so stóran týdning fyri livikorini hjá fólki kring heimin. Mett verður, at heimsins íbúgvar í miðal eta 19 kg av fiski um árið. Vøksturin í framleiðsluni av fiski og fiskavørum stavar fyrst og fremst frá aldum fiski. Í 2012 aldu heimsins lond 90,4 mió. tons av fiski, meðan 93,7 mió. tons vórðu fiskaði.

Hetta stendur at lesa í eini frágreiðing um gongdina í heimsins fiski- og alivinnu, sum varð løgd fram á fundi í fiskivinnunevndini – Committee on Fisheries (COFI) - hjá ST Matvøru- og landbúnaðarfelagsskapinum, FAO. Fundurin var í døgunum 9. – 13. juni. Í COFI savnast flest øll fiskivinnulond í heiminum annaðhvørt ár at viðgera felagsmál og felags reglur fyri burðardyggum fiskiskapi og aling.

Umframt støðulýsingina vórðu fleiri onnur mál til viðgerðar á fundinum.

Eftirlit við fiskiskapinum hevur seinastu árini verið ein týðandi partur av arbeiðinum í FAO. Á hesum fundi tóku londini undir við við leiðreglum fyri, hvussu avrik hjá flagglondum í arbeiðinum at basa ólógligum fiskiskapi, kunnu mátast. Endamálið við leiðreglunum er at stuðla undir, at flagglond liva upp til altjóða skyldur viðvíkjandi eftirlitið við teirra fiskiskipum. Føroyar hava luttikið í arbeiðinum at gera hesar leiðreglur.

Ætlanin at skipa eitt alheims yvirlit yvir fiskiskip varð eisini umrødd. Fyrsta stig, sum umfatar skip yvir 100 BT er sett í verk á royndarstigi, og í samstarvi við IMO er skipað fyri, at IMO nummar verður nýtt sum eyðkennismerki í skipanini. Stór undirtøka var at halda fram við hesum arbeiði. Víst varð á, at eitt slíkt yvirlit er eitt týðandi amboð at basa ólógligum fiskiskapi. Føroyar saman við øðrum londunum vístu á, at ein slík skipan eigur at vera einføld, og at hon eigur at samskipast við tær skrásetingar av fiskiskipum sum longu eru, m.a. í økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum.

Á skránni var eisini handil við fiski og fiskaúrdráttum. Fleiri lond vístu á, at veiðiváttanir kunnu hava stóran týdning i royndini at basa ÓÓÓ fiskiskapi. Ein trupulleiki í dag er tó, at eingin yvirskipaður felags leistur er hesum viðvíkjandi. Víst varð á, at slíkar veiðiváttanir eiga at vera gjørdar eftir einum og sama leisti, soleiðis at tær ikki gerast handilsforðingar. Stór undirtøka var fyri uppskotið hjá Noregi um at seta serfrøðingabólk at seta hol á hetta týdningarmikla arbeiðið.

Føroyar nýttu høvi at endurtaka niðurstøðu frá fundi í COFI-undirnevndini fyri handli við fiskavørum, sum varð hildin í Bergen í februar 2014, har fleiri lond,harundir Føroyar, vistu á óhepnu gongdina, har einsíðis handilstiltøk verða nýtt í størri mun enn áður. Víst varð á, at slík tiltøk altíð eiga at vera í samsvar við WTO reglar. Fleiri lond vístu eisini á, at umhvørvismerkingar av vørum eiga ikki at gerast forðingar fyri handli millum lond.

Hetta var fjórða ferð, at Føroyar hava luttikið á fundi í COFI sum atlimur í FAO. Føroyar fingu atlimaskap í FAO í 2007. Sum atlimur hava Føroyar fulla atgongd og talurætt á ráðstevnum, aðalfundum og nevndarfundum, tó ikki atkvøðurætt. Tað er ikki vanligt, at atkvøtt verður um faklig ella politisk mál, ið verða viðgjørd.

Nevnda støðulýsingin SOFIA - The State of World Fisheries and Aquaculture sæst her: http://www.fao.org/cofi/en/

Meira er at lesa á www.fao.org/fishery.