Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fiskivinnupolitikkurin í komandi tíðum

Makrelur og sild í føroyskum sjóøki

Eg meti, at tað var rætt, at vit føroyingar ásettu okkum sjálvum í 2013 eina makrelkvotu uppá 150.000 tons og eina sildakvotu uppá 105.000 tons, tá ongin avtala fekst við samráðingum millum strandalondini.

Havið “kókar” av makreli og sild, sum skipari tók til, tvs. ongantíð hevur so nógvur og stórur makrelur og so nógv sild verið í føroyskum sjóøki sum nú. Eisini vísa kanningar, at hetta væntandi verður støðan komandi tíðina.

Hendan støðan er ein fylgja av, at bæði makrelur og sild flytur seg vestureftir og norðureftir í mun til fyrr, og hetta er eisini tað, sum Normenn uppliva í ár, tí ongantíð hevur so nógvur makrelur verið at fingi so norðalaga í Norra sum í ár, til gagns fyri teir, sum fiska makrelin. Men til stúran fyri fiskifrøðingar, sum ikki vita, hvat nú kemur at henda við øðrum fiskastovnum í økinum.

Vit skulu tí halda fast við okkara ásettu makrel- og sildakvotu og ikki slaka fyri trýsti frá ES og Norra ella slaka av ásettu kvotuni, sum vit fiska inni á okkara egna sjóøki. Sum nú er krevja vit 15 % av makrelkvotuni og 17% av sildakvotuni. Og ávís tekin eru í sól og mána um, og tá nærri kanningar fyriliggja, at okkara partur møguliga eigur at verða størri?

Tí skulu vit vera til reiðar at fara til samráðingarborðið saman við strandalondunum og har samráða okkum fram til tann partin av makreli og sild, sum tilhoyrir okkum. Møguliga koma samráðingarnar at føra til, at ES eigur at minka sín part og møguliga eisini Norra, við tað, at makrelurin og sildin flytir seg vestureftir og norðureftir.

Vit skulu tí fara til samráðingar, bæði fyri at fáa tann part av makreli og sild, sum tilkemur okkum og fyri at gera eina avtalu við hini strandalondini, sum eg vóni endar í ár við eini semju.

Tað er ikki gott fyri nakran at liva við hóttanum um boykotti frá ES móti Føroyum og Íslandi, hvørki fyri tann, sum setur tey í verk, ella fyri tann, sum tey eru vend ímóti. Tí skulu vit gera tað vit kunnu fyri, at tiltøkini ikki verða sett í verk.

Toskur og hýsa undir Føroyum

Sambært granskarum, er tað orsakað av heitari sjógvi og atgongd til mat, sum gerð at makrelurin flytur seg vestur- og norðeftir, og at hann ferð allar staðir, har matur er, og hjá makrelinum verður allur matur, sum fyri er etin - tað verði seg smásild, brislingur, toska- og hýsuyngul, æta o.a. Tí eru granskarar bangnir fyri, at hetta gongur út yvir aðrar fiskastovnar.

Vanliga plaga vit í Føroyum, at rokna við tíðarskeiðum við góðum og ringum fiskiskapi eftir toski og hýsu. Men verandi tíðarskeið, nú vit hava havt so stórar nøgdir av makreli og sild, hevur verið longri enn vanligt við ringum fiskiskapur eftir toski og hýsu. Tann góði árgangurin av toski, sum skuldi veri komin inn í fiskiskapin í 2011-12 hava fiskifrøðingarnir ikki sæð farran av, og hann sær út til at verða púra burtur. 

Eftir øllum sólarmerkjum at døma hevur toskayngulin verið føði hjá makrelinum, men hevur toskaynglinum verið makrelføði, so er hýsuyngul meira útsettur fyri at gerast makrelføði, og møguliga gongur hetta eisini út yvir føðina hjá fuglinum.

Tí eri eg ikki samdur við fiskifrøðini hjá okkum, sum sigur, at tað er Fiskidagaskipanin, sum hevur skyldina av, at tað er so lítið til av botnfiski undir Føroyum. Teir mæla tí til, at tiltøk verða sett í verk móti útróðrabátum, línuskipum, trolarum, við at skerja fiskidagarnar hjá teimum, sjálvt um veiðitrýstið ongantíð hevur verið so lítið undir Føroyum sum nú.

Nei, vit eiga ikki at bera okkum at sum strussurin, og stinga høvdið í sandin, fyri ikki at síggja tey túsundtals tonsini av makreli, sild og svartkjafti, sum floymir inn á føroysk sjóøkið, og etur seg feitan av tí, sum fyri er.

Vit eru ímóti, at ES og Norra seta revsitiltøk móti Føroyum, orsakað av makrel- og sildafiski-skapinum, tí vit vita, at tey ikki eru rættvís, og á sama hátt eri eg ikki samdur við teimum revsitiltøkum, sum Havstovan nú mælir til, at vit skulu seta í verk móti tí føroyska útróðra-manninum, fiskimanninum og fiskivinnuni sum heild.

Tí eg ivist stórliga í, um tað avmarkaða talið á húkum ella teir avmarkaðu troltímarnir eru tann veruliga hóttanin móti fiskastovnunum undir Føroyum. Síggi heldur tey túsundtals tonsini av alt-etandi makreli, umframt sild og svartkjaft verða tað veruligu orsøkina til, at so lítil tilgongd er til fiskastovnarnar undir Føroyum (vánalig reproduksjón).

Vit kunnu velja at seta kikaran fyri tað blinda eyga og siga, at øll tann mongdin av makreli, sild og svartkjafti, sum floymir inn á føroyskt sjóøki, onga ávirkan hevur á fiskastovnarnar undir Føroyum, men at tað eru teir 32 stamparnir hjá útróðramanninum í Klaksvík, sum hóttir okkara fiskastovnar.

Ella velja vit at vera erlig og siga, at tann veruliga háttanin í dag ímóti verandi fiskastovnum undir Føroyum, er fyrst og fremst makrelurin og síðani sildin og svarskjafturin. Yvirlitstøl vísa, at tað er samanhangur millum tað nú langa tíðarskeiðið við vánaligum fiskiskapi eftir botnfiski undir Føroyum og tí sera góða fiskiskapinum eftir makreli, sild og svartkjafti.

Alfred Olsen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin