Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fiskivinnunýskipan - nú skal arbeiðast skjótt!

Í sendingini “Radarin”, ið var at hoyra í farnu viku, umrøddi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergard, og umboð fyri Tjóðveldisflokkin, Páll á Reynatúgvu, tilgongdina um nýskipan av føroysku fiskivinnuni. Eftir sendingina sat lurtarin helst við tí fatan, at breiða semjan ikki var hinumegin hornið. Lurtarin hugsaði kanska heldur meira um, hvat hendi við hasum báðum, tá teir komu út í tún, um teir mundu blaka jakkan ella hvat? Vit hava tó einki hoyrt.

Tá samgongan fór til verka fyri gott tveimum árum síðan, varð lagt upp til broytingar í fiskivinnuni – ein fiskivinnureformur. Rættuliga stórar broytingar, sum skuldu verða so umfatandi, at vit tosaðu um eina nýskipan av fiskivinnuni, og sum skuldi standa sum flaggskipið hjá hesari samgonguni.

Lagt var upp til eina lóggávu, sum skuldi umfata endurskoðan og nýskipanir av okkara fiskivinnu í 12 punktum. Eina umsitingarætlan, ið skuldi verða grundarlagið undir einari framtíðarregulering av fiskiskapinum, greiðan ræðisrætt við veiðiloyvum, tíðaravmarkað/rullandi skipan, brúksskyldu, gjøgnumskygni av eigaraviðurskiftum í høvuðsvinnuni og virðisøking, fyri at nevna nøkur.

Í samgonguavtaluni varð semja um, at fiskivinnulóggávan skuldi dagførast og leggjast fyri Tingið til støðutakan.

Vit høvdu aðalorðaskifti í november/des. 2012 og upplýsti landsstýrismaðurin tá, at arbeitt var við einum lógaruppskoti, sum eftir ætlan, skuldi leggjast fyri Tingið í hesi tingsetu.

Nakað av tíð er fráliðin síðan aðalorðaskiftið um nýggja fiskivinnulóggávu var, og enn ein tingseta nærkast endanum og vit eru ikki komin longri ella eru vit?

Í Ólavsøkurøðu sínari segði løgmaður, at hann vildi hava eina breiða semju um nýskipan av fiskivinnuni, til tess at skapa tryggar karmar og burðardygt grundarlag undir høvuðsvinnu okkara. Hetta er greið tala og kann eingin verða ósamdur við løgmanni í hesum.

Fari ikki í hesum lesarabrævi at nema við tey ymisku punktini í uppskotinum, tað kunnu vit venda aftur til. Men meir, hvør hevur politisku ábyrgdina og hví er tað so trupult, ella ber tað til at fáa semju um eina radikala broyting, ið var lagt upp til, hvar vit veruliga tosa um eina nýskipan. Ella skulu vit bara gera nakrar smávegis hissini broytingar, sum ikki flyta tað stóra og sum øll kunnu liva við.

Havi verið inni á tí fyrr, og skal ikki kastast nøkrum ávísum, men meir ein staðfesting av einum veruleika, ið vit liva í og sum vit verða noydd at fyrihalda okkum til, inntil víðari.

Tær stóru broytingarnar ella verulig nýhugsan, eru truplar at gjøgnumføra av okkara politisku skipan, orsøkin er ikki ókend. Lokal áhugamál, politisk áhugamál, vinnulig áhugamál og persónlig áhugamál. Hesi fylla so nógv í politisku skipan okkara, at tað til tíðir er trupult at stinga ein framtíðarpolitikk út í kortið.

Hesir pástandir um forðingar, skulu standa fyri mína rokning, men eru kortini grundleggandi fyr, at tað gongur so seint at koma víðari. Í eini tíðindasending fyrr í vikuni segði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, at hann vildi gera eina roynd at finna eina semju í fiskivinnupolitikkinum. Ímillum linjurnar kundi man skilja, at ein semja ikki var í eygsjón, og at landsstýrismaðurin er við at kasta “handklæðið í ringin”, hvat einari nýggjari fiskivinnunýskipan viðvíkur.

Um mín varhugi er eftirfarandi, hevur samgongan fingið eitt alvorligt skot fyri bógvin. Hendan trupulleikan eigur landsstýrismaðurin í fyrsta umfari at taka uppá sín kappa, men allan trupulleikan eigur hann ikki. Vit kunnu ikki framhaldandi tosa yvirornað og í yvirskriftum. Vit mugu niður á kjarnuna (substansin), tað er har skógvurin trýstur. Eru flokkarnir samdir og fyrireikaðir innanhýsis um eina umfatandi broyting í fiskivinnuni , ið lagt er upp til? Um ikki, sum er mín varhugi, hevur landsstýrismaðurin eina trupla uppgávu, sum neyvan verður loystur í hesi tingsetuni.

Tá eru ikki nógvar tingsetur eftir av samgonguskeiðnum og neyvan tíð til eina so umfatandi broyting, sum lagt varð upp til, í besta lagi onkur hissini broyting, ið øll kunnu liva við, men sum ongi mørk flytir. Men heldur byrjanin til eitt valstríð við fiskivinnuni, sum yvirskrift.

Mín spurningurin vil tá verða, um arbeiðið við einari nýskipan av fiskivinnuni ella fiskivinnupolitikkur í verandi líki hoyrir heima í tinginum.

Men landsstýrismaðurin skal fáa enn ein kjans - ” Livst so spyrst”.

Eivin Jacobsen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin