Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fiskiveiðieftirlitið ørindadrongur hjá reiðarunum

Avtalan um makrelfiskiskapin í føroyskum sjógvi, sum Føroya Fiskimannafelag hevur gjørt við reiðararnar, er í fleiri førum brotin, men at staðfesta tað hevur ikki verið sum at siga tað. Tað er nevniliga nærum ógjørligt hjá Fiskimannafelagnum at handhevja avtaluna, tí felagið fær ikki fatur í neyðugu skjølunum.

Reiðararnir gera seg tvørar og fáa nú eisini góða hjálp frá Fiskiveiðieftirlitinum at spæla myrkaspæl.

Eitt dømi er trolarin Edna, sum Fiskimannafelagið júst hevur tikið arrest í, tí reiðaríið í 2011 ikki avroknaði manningina sum fyriskrivað í makrelavtaluni. At arrest er tikin í skipinum merkir, at tað ikki kann seljast av landinum fyrr enn málið (útistandandi við manningina) er fingið í rættlag.

Arrestin er gjørd, tí Fiskiannafelagið við vissu veit, at manningin ikki hevur fingið ta upphædd fyri makrelfiskiskapin, sum hon skuldi.

Fiskimannafelagið hevur munnliga biðið reiðaran um avrit av mynstringarlistum og avreiðingarseðlum, sum kunnu skjalprógva, hvat veruliga er farið fram, men til fánýtis.

Síðani hava vit vent okkum til Fiskiveiðieftirlitið fyri at fáa mynstringarlistarnar. Higartil hevur tað nevniliga verið siðvenja, at Fiskiveiðieftirlitið hevur latið okkum teir mynstringarlistar, vit hava biðið um. Men nú siga tey knappliga nei.

“Fiskiveiðieftirlitið letur ikki mynstringar til triðjapart”, svarar Fiskiveiðieftirlitið í einum telduposti. Víst verður til ásetingarnar í lógini um innlit í fyrisitingina. Men til hetta er at siga, at tað í einum øðrum máli fyri bara einum góðum mánaði síðani varð sligið fast við landsrættardómi, at Fiskimannafelagið hevur rætt at umboða fiskimenninar. Við øðrum orðum er Fiskimannafelagið ikki nakar triðipartur, men beinleiðis partur í málinum.

Men Fiskiveiðieftirlitið heldur fast við sína avgerð uttan at grundgeva fyri, hví tey knappliga hava broytt mannagongd. Fiskimannafelagið dugir ikki at síggja annað enn, at hesin almenni myndugleikin nú rennir ørindi fyri reiðararnar.

Fiskimannafelagið hevur í dag kært avgerðina hjá Fiskiveiðieftirlitinum um at nokta innlit í mynstringarlistarnar til Løgtingsins umboðsmann. So kunnu vit fáa staðfest, um vit hava rætt til skjølini ella ikki. Longu nú kunnu vit tó staðfesta, at Fiskiveiðieftirlitið uttan grundgeving hevur broytt mannagongd, og at broytingin bert tænir reiðarunum.