Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fiskiskapur eftir data - Innsavnan og gagnnýtsla av data frá skipum

Á næsta tiltakinum hjá Ocean Cluster Faroes verður evnið, hvussu vit betri kunnu gagnnýta data frá skipum í fiskiskapi og granskingarhøpi. Tiltakið verður mikudagin 1. desember kl. 14 á Bátasavninum í Leirvík.

Nógv fiskiskip hava framkomna tøkni og savna eina rúgvu av data í sambandi við fiskiskapin. Tað eru stórir møguleikar at nýta hetta data bæði til at fiska betri og í granskingarhøpi; til dømis kunnu hitatøl frá bæði skipi og troli saman siga nakað um lagbýtið í sjónum, og hvar frontar standa. Hetta hevur stóra ávirkan á útbreiðsluna av uppsjóvarfiski. Savnan av hitadata, data um fiskaslag og støddarbýti frá hvørjum tovi, kann saman við havfrøðiligum data (frá fylgisveinum og í havinum) og modellum, geva neyvari sann-tíðar (real time) vitan um umstøðurnar í sjónum. Hetta bæði við vatnskorpuna og djúpari. Slík vitan kann gera fiskiskapin neyvari og skynsamari, og samstundis geva virðismikla vitan til havfrøðiliga gransking.
 
Á tiltakinum fer Hjálmar Hátún, havfrøðingur á Havstovuni at greiða frá møguleikunum í at gagnnýta slíkt data; Jan Egholm, stjóri á Vikmar, kemur at greiða frá hvørji hagtøl tey savna, og hvørjar framtíðarætlanir tey hava á økinum. Eisini kemur Signar Heinesen frá Data Quality Systems at greiða stutt frá, hvussu slík data kunnu góðskutryggjast til nýtslu í granskingarhøpi. Harafturat fara umboð fyri Christian í Grótinum, Framherja, Varðan og Smyril Line at hugleiða um virðið á slíkum data.
 
Sum altíð, verður høvi til eitt prát og ein drekkamunn eftir tiltakið. Sum siður er á síðsta tiltakinum fyri jól, verður rís a la mande og annað jólaligt á matskránni.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, og neyðugt er at boða frá luttøku niðanfyri.



Melda til tiltakið her