Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stjórin á Tilbúgvingarstovni Føroya, Henrik Weihe Joensen, er farin úr starvinum

Fiskimálaráðið og stjórin á Tilbúgvingarstovninum niðurlagt samstarvið

Stjórin á Tilbúgvingarstovni Føroya, Henrik Weihe Joensen, sum seinastu tíðina eisini hevur verið virkandi stjóri á MRCC/Tórshavnradio, og Fiskimálaráðið hava gjørt semju um at niðurleggja samstarvið frá í dag 15. august 2012 at rokna.

Fiskimálaráðið og Henrik Weihe Joensen hava avtalað, at Henrik í nakrar mánaðir er tøkur hjá Fiskimálaráðnum at heita á í sambandi við ráðgeving í tilbúgvingarmálum. Elmar Højgaard, forstjóri á samanløgdu stovnunum Fiskiveiðieftirlitinum, Tilbúgvingarstovninum og MRCC/Tórshavnradio, tekur yvir leiðsluuppgávurnar hjá Henrik Weihe Joensen.