Fiskimálaráðharrin, ið sum fyrsta avrik í starvinum niðurlaðaði Sjósavnið
Øll kanna vit Sjósavnið, men mong vita helst ikki, hvussu Sjósavnið er skipað, og hvussu raksturin er. Føroya Sjósavn er ogn hjá einum grunni. Tórshavnar kommuna eigur húsið og økið rundanum, og kommunan letur hvørt ár 400 túsund beinleiðis til grunnin, umframt at hon ber kostnaðin av húsi, umvælingum o.ø., t.v.s. um hálva miljón árliga.
Savnið er bygt burtur úr ongum av sjálvbodnum eldálum við nógvum stríði og ongari løn. Frá byrjan hevur hevur tað verið eitt aðalmál at menna eina góða skúlatænastu, har ungdómar og børn kunnu fáa møguleikan at nema sær kunnleika til lívið í sjónum rundan um okkum. Nógv túsundtals børn vitja savnið árliga.
Eldsálirnar, ið standa fyri Sjósavninum, hava mangan tosað um, hvussu løgið tað er, at vit, mitt í Norðuratlantshavi, við einum veldigum lívfrøðiligum margfeldi í sjónum beint uttan fyri okkara dyr, ikki hava eitt veruligt sjósavn og akvarium.
Endamálið við Sjósavninum var fyrst at gera eitt akvarium fyri at fáa royndir, og síðan at byggja savnið upp, so hvørt sum pengar og vilji vóru til staðar. Og savnið hevur síðan havt ymsar framsýningar og aktivitetir til barnagarðsstovur, skúlaflokkar, pedagogar, lærarar og almenningin.
Á heimasíðuni kanst tú lesa, at eisini verður framleitt tilfar, ið skúlar kunnu brúka á skúlanum, áðrenn teir koma at vitja. Roynt verður eisini at gera eina undirvísingargongd á savninum, ið stuðlar undir ta vanligu undirvísingina á skúlunum um lívið í sjónum.
Avmonterast ella flytast?
Landið hevur latið 300 túsund um árið til Sjósavnið. Nú tørvurin var størstur lækkaði sitandi fiskimálaráðharri játtanina til 200 túsund, sum er onki minni enn ein skandala fyri savnið.
Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður, sigur beint út, at ”búskapurin skal aftur á beint”, og tí verður stuðulin til Sjósavnið skorin frá 300 til 200 túsund. Og so kom ein langur fyrilestur um, hvussu stóra virðing hann hevði fyri teimum eldsálum, sum hava skapt Sjósavnið, og hvussu stóran týdning eitt Sjósavn hevur. Eg meini tað!
At enda nam hann við tað sjálvsagda í, at vit sum fiskivinnutjóð hava eitt sjósavn. Men her fortalaði hann seg, tí samstundis sum hann sigur, at vit sum fiskivinnutjóð eiga at hava eitt sjósavn, so sigur hann, at ”spurningurin er, um tað vit hava í dag, hevur neyðugu karmarnar”.
SO vita vit, hvat klokkan hevur sligið. So skal Sjósavnið sama veg sum alt annað, sum í løtuni verður avmonterað í høvuðsstaðnum og flutt til Klaksvíkar. Tí so er tað bara ein spurningur um tíð, til ”neyðugu karmarnir” verða funnir í Klaksvík, og fígging er tá helst eingin trupulleiki– J-Bandin avmonterar ella útsetir bara okkurt í Havn, so er fíggingin tøk!
Mátti skammast
Tað, sum undrar meg mest er, at ein fiskimálaráðharri skal hava so negativan hugburð mótvegis einum sjósavni, sum dagliga er við at ríka okkara ungdóm við kunnleika um okkara umhvørvi og okkara fiskivinnu. Bara tankin um at skerja akkurát hesa játtanina er í míni verð ein stór skomm, tí upphæddin er í teirra verð láturlig.
Hundraðtúsund eru bara ein brotpartur av tí, sum sami fiskimálaráðharri og hansara samstarvsfelagar hava játtað sær sjálvum í skattafríum ferðapengum. Álvaratos, at kalla seg fiskimálaráðharra og sum fyrsta avrik í starvinum avhøvda einasta átak av sínum slagi innan fiskivinnufrálæru í Føroyum. Landsstýrismaðurin átti at skammað seg.
Heðin Mortensen
Borgarstjóri