Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fiskiloyvi at fiska makrel

Í sambandi við at fiskiloyvini at fiska makrel verða avgreidd, skal Fiskimálaráðið við hesum gera vart við, at treyt fyri at fiskiloyvi kann verða útskrivað er, at avgreiðslugjaldið á 500,- kr. er goldið samsvarandi kunngerð nr. 77 frá 25. august 2008 um gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi.

Avgreiðslugjaldið skal flytast á konto 6460 – 173.368.2 í BankNordik.

Tá goldið verður, skal verða upplýst:

1) Navn og nummar á fiskifari

2) Kallimerki

3) Eigari

4) At talan er um makrelloyvi

Skipa-/bátaeigarar verða vinarligast bidnir um at boða Fiskimálaráðnum frá, tá goldið er.

Avrit av kvittan kann sendast umvegis t-post á fisk@fisk.fo  ella á telefax 353035.