Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FISKIKAPPING: SKÚLIN Á FLØTUM FÓR VIÐ ØLLUM

Rómurin var góður á Frælsinum fyrrapartin, tá ið Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði vinnarunum í árligu fiskikappingini fyri 6. flokkar í Tórshavnar kommunu ognarsteyp. 

Og børnini høvdu nógv at fegnast um. Tað hepnaðist Skúlanum á Fløtum at vinna bæði fyrsta, annað og triðja plássið í kappingini. Vinnarin gjørdist 6. e í Skúlanum á Fløtum.
Tilsamans 285 næmingar hava verið við Westward Ho og tikið lut í fiskikappingini í ár. Børnini fingu 595 fiskar, meginparturin toskur.

Tiltakið “Á flot við Westward Ho” er vorðið fæstur táttur í september mánaði á hvørjum ári. Næmingarnir í sætta flokki fáa samband við sjógvin, læra seg at blóðga og kryvja, fáa høvi at royna seg á sluppdekki og á tann hátt fáa eina fatan av siglingarsøguni.

Tá ið Heðin Mortensen handaði 6. e steyp til ognar, segði hann millum annað:

- Havi frætt frá manningini á Westward Ho, at tit næmingar í 6. flokkunum eru sera hugagóðir og áhugaðir og gera sítt ítasta at fáa so nógvan fisk sum til ber. 

- Tann 14. september kl. 07.45 legði Westward Ho frá Høgu kei og við vóru - umframt manning - 6. e í Skúlanum á Fløtum, lærarin hjá flokkinum Gunnvør Weihe, tveir pápar og ein abbi. Í flokkinum eru 19 næmingar, og teir fingu 85 fiskar tilsamans. Hetta er tað mesta í ár, og hevur flokkurin sostatt vunnið kappingina í 2015. Vit plaga bara at kunngera, hvør er nummar eitt, men í ár verður gjørt eitt undantak, tí nummar tvey og trý eru eisini flokkar í Skúlanum á Fløtum, og teir eru ávikavist 6. a og 6. b.

- Tað er Tórshavnar kommuna, tvs. vit øll, sum eiga sluppina. Tað eru fleiri fólk, sum eru sluppvinir, og nakrir av teimum hava verið manning, nú tit hava verið úti við Westward Ho. Vónandi verður onkur av tykkum eisini sluppvinur um nøkur ár og fer við sum manning, tá skipað verður fyri fiskitúrum við 6. flokkunum ella øðrum túrum við sluppini.