Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sissal Vágsheyg Erenbjerg, PhD

Fiskaaling: PhD-móttøka á Vinnuháskúlanum 1. apríl

Í sambandi við at Sissal Erenbjerg Vágsheyg vardi sína PhD 15. desembur 2021, bjóðar P/F Fiskaaling til almenna móttøku á Vinnuháskúlanum fríggjadagin 1. apríl kl. 15.00.

Stjórin á Fiskaaling Jóhanna Lava Køtlum bjóðar vælkomin, og síðani fer Sissal E. Vágsheyg at greiða frá PhD-verkætlanini, sum hevur heitið Oceanography of the Faroe Shelf and Sundalagið Norður - a modeling approach. Sissal greiðir eisini frá, hvussu hennara granskingararbeiði kann brúkast í alivinnuni og í framhaldandi gransking.

Ritgerðin hjá Sissal Vágsheyg Erenbjerg snýr seg um eina økishavmodellskipan (Regional Ocean Model System, (ROMS), eisini kallað FarCoast, sum lýsir rákið kring Føroyar og á føroyska landgrunninum.

Ritgerðin hjá Sissal er eitt gott dømi um, hvussu gransking hjálpir okkum at skilja rák og útskifting í firðum og kring oyggjarnar. Hetta eru viðurskifti, sum eru grundfyritreytir fyri aling og liviumstøður hjá djórum og fyri burðardygga nýtslu av okkara firðum og havøki.

Aftaná verður høvi at heilsa uppá Sissal og seta spurningar í sambandi við verkætlanina. Fiskaaling bjóðar gestunum ábit og okkurt leskiligt afturvið.

Sissal heldur fram at starvast sum granskari á Fiskaaling.