Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Firouz Gaini, professari: -Hvønn leiklut hevur heimið fyri samleikan hjá ungdómi?

Í dag klokkan 14 fer Firouz Gaini at halda sín professarafyrilestur í Kongshøll á Eystaru Bryggju í Havn. Fyrilesturin eitur “Røtur og veingir – hvønn leiklut hevur heimið og staðið (‘place’) fyri samleikan hjá ungdómi í dag?” 

Firouz Gaini varð í fjør tilnevndur professari í antropologi (mannfrøði) á Fróðskaparsetri Føroya, og í tí sambandi fer hann nú at halda sín professarafyrilestur. Tiltakið er alment og verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn hósdagin 23. januar klokkan 14.

Í fyrilestrinum fer Firouz Gaini at hyggja nærri at sambandinum millum stað og samleika í antropologiskari gransking. Antropologiska kjakið um mørk, rørslur og opinleika hevur latið upp fyri fyri nýggjum metingum av týdninginum og leiklutinum, ið eitt stað hevur fyri gerandislívið, trivnaðin og samleikan hjá fólki. 

Hvar standa Føroyar í hesi myndini?
 
Við støði í síni ungdómsgransking úr Føroyum fer Firouz Gaini síðani at greiða frá, hvussu spurningar um flytføri, tilknýti, heim og (lívs-) møguleikar kunnu geva okkum betri innlit í føroysk viðurskifti á vegamótinum millum tað lokala/avmarkaða og tað globala/endaleysa.

Lesið meira um Gaini, professara her:

https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/firouz-gaini-tilnevndur-professari-i-antropologi/