Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Finnur Koba leiður stóru sangløtuna á G!

Sangløtan á Gøtusandi er fyri nógv eitt av hæddarpunktunum á G! Festivalinum, og hevur verið tað líka síðan fyrstu sangløtuna í 2006. Í ár eru tað Finnur Koba saman við Konfekt, ið skipa fyri.

Finnur Koba, ið telist millum okkara fólkakærastu sangarar, syngur fyri, meðan Konfekt, umframt at vera Føroya fyrsti og einasti karaoke bólkur, eisini í fjør spældi undir á sangløtuni.

Afturat teimum kemur ein stjørnurøð av gestasangarum: Eivør Pálsdóttir, Niclas Heri Jákupsson, Annika Hoydal, Martin Joensen og Alex Bærendsen.

Líka frá fyrstu sangløtuni í 2006, tá Eivør og Jákup Zachariassen skipaðu fyri og fram til í fjør, tá Konfekt stóð á odda saman við Eivør, Teitur og All Stars, hevur løtan verið hugnalig.

Vit føroyingar elska at syngja, og hvat er hugnaligari enn at standa eitt summarkvøld á einari fø-royskari strond og syngja føroyskar evergreens saman víð so mongum menniskjum, ið eisini vilja tað.

Millum tey, ið hava skipað fyri hesi árini kunnu vit nevna umframt Teit og Eivør, Frændur, Anniku Hoydal og Martin Joensen. Hetta eru sostatt ikki hissini skógvar, ið Páll Finnur Páll oddamaðurin skal fylla. Men Finnur Koba er ikki bangin fyri stórum avbjóðingum, og fáur man hava havt so nógvar føroyingar í sínum lógva seinastu árini sum Finnur, tá hann við Páll FInnur Páll hevur fingið risafjøldir at hoppa, dansa og syngja við, og við so nógvum góðum gestasangarum, kann bara ganga væl.

G! Festivalurin fegnast um, at lata sangløtuna upp í tryggu hendurnar á Finni Koba og Konfekt.