Finnur Helmsdal hevði fylt seksti í dag
Finnur, bróðir, var borin í heim 20. apríl 1952, og hann hevði sostatt fylt seksti í ár.
Á kransabandið skrivaðu vit systkini: “Tú verður saknaður”, og nú næstan 3 og eitt hálvt ár seinri eru vit framvegis nógv, systkin, kona og børn og mong onnur, sum sakna hann. Nýliga segði ein kvinna, sum hevði arbeitt saman við honum, “hann snýtti okkum” (við at fara so tíðliga). Hann er farin, saknaður, men als ikki gloymdur.
At eini 12-1300 hundrað fólk funnu veg niðan í Hoyvíkar kirkju til jarðarferðina ein illfýsnan vetrardag, sigur nakað um, at hann hevði skrivað seg inn í mong hjørtu. Nógv hildu, at tey áttu eitt petti í Finni, og tað var kanska júst tí, hann sá tey sum virðismikil og møtti fólkum sum tey vóru, uttan mun til, um tey høvdu megnað at toga seg upp á høga rók, ella um tey vóru skumpað niður á lægstu røkur samfelagsins.
Til jarðarferðina tann 9. desember 2008 segði eg nøkur orð við og um Finn, og eg fekk nakrar viðmerkingar til hesi orð, og onkur vildi hava avrit. Tá hesi orð ikki hava verið á prenti fyrr, loyvi eg mær – til minis um Finn - at seta tey í bløðini í sambandi við, at Finnur sum sagt hevði fylt seksti:
”Góði Finnur.
Vit systkini og børn okkara fara at sakna teg nógv – ómetaliga nógv. Tú gavst so nógv og vart eitt gott bindilið.** Skuldi skipast fyri onkrum og kanska ruskast upp, so vart tú har.
Eg havi búð uttanlanda í 38 ár, so eg havi mest fylgt tær í fjarstøðu; men eg havi gleðst um, at tú vart komin í eina góða verfamilju – at tú vart í góðum hondum.
Tá sjúkan rakti, kendi eg meg maktarleysan í útlegdini, og tað var ein gleði at hoyra, hvussu Jórun og øll familjan stuðlaðu teg í heilsubótartiltøkunum, og hvussu væl tey tóku sær av øllum, tá tit vóru burturi.
Familjunnar vegna vil eg takka tær, Jórun, fyri at tú soleiðis legði alt til síðis fyri at vera Finni nær – við tínum kærleika, orku, viti, nærveru og stríðsvilja. Hann hevur sanniliga verið i góðum hondum. Takk fyri tað.
Komin úr útlegd er tað sum ein opinbering at síggja alt, sum er farið fram hesar dagar – ikki minst øll føtini av mati, sum eru komin inn um dyrnar á Móritsarvegi, so tit kundu geva øllum teimum, sum komu á gátt ein bita. Eisini alt tað, sum liggur aftanfyri dagin í dag – hjálparliðið, sum mannar garð um tykkum, so Finnur fær eina góða jaraðarferð og tit ein so góðan dag sum møguligt.
Finnur var bert eitt gott ár eldri enn eg, so vit hava fylgst eitt petti. Eg kann siga, at tað stutta fjúsið, snarsinnið og áræðið hevði hann eisini sum smádrongur, og tað kom m.a. at kosta arr, ein brotnan arm og ein stóran rút í klæðnabúðini hjá Gunnari Stokholm.
Tá mamma fór til gravar 28. Februar 1990, helt Finnur eina góða, heita, hjartanemandi og minnisverda røðu fyri henni við jarðarferðina. Mamma hevði styrkt hansara vilja til at gera tað góða fyri onnur. Hennara stóri familjukærleiki ikki bara til okkum og okkara børn, men eisini til systkini hjá henni og teirra børn, var honum ein góð fyrimynd og hevði givið honum gott í beinið.
Soleiðis sum mamma var fevnandi, var Finnur tað eisini. Børnini hjá okkum hava altíð kent seg væl á Móritsarvegi, bæði Andrias og Amalie, tá tey búðu í Føroyum eitt skifti, og Anfinn eisini, sum hevur ferðast hjá tykkum. Vit kendu eisini, at Finnur hevði eitt bleytt punkt fyri mongolinum hjá okkum, Asbjørn.
Hann fevndi eisini systkinabørnini, og fyrstu ferð øll vóru saman, var tá hann savnaði tey á Móritsarvegi fyri 3 árum síðani.
Nu sigi eg mest um mammu her; men vit høvdu eisini ein góðan pápa. Tað var mamma, sum myndaði okkum mest, tí babba var so nógv burturi í ørindum. Hinvegin var hann góður til at taka okkum við. Hann tók t.d. Finn við til Íslands í 1967, og teir høvdu ein fínan túr saman við ferðaskipinum Hansesatic. Tað var eisini frá babba, at Finnur hevði skrivihegnið og –hugin.
Finnur fekk mangt í blóðið frá mammu – eisini stríðsviljan á sosiala økinum. Hann fekk eisini bólteygað og onnur kynstur frá henni, tí hon hóast genta, var millum fremstu bóltleikararnar á sandinum í Miðvági. Miðvágur var frammaliga í bóltleiki, tí fótbólturin var komin til Føroya gjøgnum ein prest har.
Vit kunnu tosa um eina ringrás, tí Finnur vendi so at siga aftur til sandin í Miðvági við sínum leikluti í MB fyri nøkrum árum síðani.
Í hesi røðuni um og fyri mammu nevndi Finnur eisini hennara andaligu veking, um hvussu trúgvin á Kristus hevði verið ein týðandi drívmegi hjá mammu, sum í stóran mun eisini kom at mynda Finnsa lív. Hann rætti út til tey minni mentu uttan at hugsa um at skaffa sær sjálvum stig – ella at koma longur upp eftir stiganum. Í røðuni nevndi hann eisini Jóhannus 3,16, sum var eitt ørindi, sum hevði brent seg inn í sinni hansara.
Hann segði, at hann hevði lært tað, tí tað var málað á bróstið yvir røðarapallinum í gamla Ebenezer, har hann so oftani hevði sitið til sunnudagsskúlafundir. Hann var ikki serliga stórur, tá hann fyrstu ferð royndi at stava seg ígjøgnum hesi orðini; men seinri kom tað meiri ræði: ”Tí so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á hann ikki skal fortapast, men hava ævigt lív”. Finnur gleddist um, at mamma okkara eisini var fevnd av hesum orðum.
Finnur var sum sagt snarsintur; men hann gjørdist tolin undir sjúkuni. Eg sá hann í summar og tvær ferðir seinastu dagarnar, hann lá á Ríkissjúkrahúsinum. Nakað av tí síðsta eg hoyrdi hann siga við meg, var:
”Lat ikki sólina seta yvir vreiði tykkara”.
Hesi orðini úr Efesusbrævinum komu sostatt at vera millum seinastu orðini, eg hoyrdi frá hansara munni.
Tað er ikki burturvið at seta hesi orðini sum varða yvir Finn. Hann kendi til vreiði frá egnum sinnalagi; men hann legði eisini stóran dent á at lekja sár, sum høvdu staðist av vreiði. Hann vildi ikki lata relatiónir stívna av ymsum áskoðanum.
Eg ivist stórliga í, at Finnur hevði nógvar óvinir. Tað var nokk heldur ikki so lætt at vera óvinur við Finn, tí hann var so fittur, eygagóður og hevði vælmentan humoristiskan sans.
Finnur mundi óivað biðja um fyrigeving meiri enn tvær ferðir hesi árini; men eg minnist, at hann kom til mín tvær ferðir.
Aðru ferð var miðskeiðis í 90´unum, og tá kom hann rættiliga skjótt aftan á, at hann kendi, at hann hevði gjørt ávísa ravasju í einum máli, vit báðir høvdu við at gera. Eg hevði nú ikki hugsað stórvegis um, sum var hent.
Hina ferð var fyri einum 5 árum síðani. Hann segði, at hann var sera keddur av nøkrum, sum hann hevði rópt eftir mær í 1971. Nei, eg hevði ikki heilt gloymt hesa hending; men hon var farin aftur við borðinum. Samvitska hansara mundi tó hava prikað on and off hesi árini, og nú vildi hann bara hava tað í lagi.
Tað hóskar væl til mangt, vit hava hoyrt í dag, at Finnur hevði eina fíntfølandi samvitsku.
Eitt tabu í sambandi við deyða er eisini vreiði. Vit hava hug til at ruska í tann deyða, buka hann og skelda út, tí hann er farin og hevur latið okkum standa eftir við alskyns trupulleikum og í stórari sorg.
Tað er avgjørt ein kensla, sum vit skulu geva pláss fyri og viðganga, at vreiði móti tí deyða eisini kann vera ein partur av sorg okkara.
Eg veit ikki, um Finnur kanska hevur hugsað um hasa vreiðina; men hetta orðið um ikki at lata sólina seta yvir vreiði okkara kann vera gott at minnast hjá okkum – um ikki at lata vreiði, frustratión og skuffilsir fylla lív okkara. Vit kunnu gera sum Finnur: Lata tað fara.
Latið okkum eisini lata myndina av fitta, fevnandi Finni standa og gleðast um alt tað, hann gav okkum.
Farvæl, kæri bróðir.
Takk fyri”.
Árni