Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Finn Thomsen í starvið sum skúlastjóri í Tvøroyrar Skúla.

Finn Thomsen er 59 ára gamal. Hann tók læraraprógv í 1982, umframt at hann m.a. hevur tikið skeið innan leiðslumenning. Finn Thomsen hevur øll árini starvast í Tvøroyar Skúla, fyrstu árini sum lærari, og frá 1992 hevur hann verið partur av leiðsluni í Tvøroyrar Skúla. 

Finn hevur starvast sum deildarleiðari í Trongisvágs Skúla frá 1998 – 2009, tá hann var fyribilssettur sum varaskúlastjóri í Tvøroyrar Skúla fram til august 2012, tá hann var settur sum varaskúlastjóri í Tvøroyrar Skúla. 

Finn tekur við starvinum sum skúlastjóri í Tvøroyrar Skúla 1. august 2016 at rokna.