Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Finn Johannesen samskipa tilboðini til ferðamannaskipini í Klaksvík í summar

Klaksvíkar Havn og Klaksvíkar Kommuna hava gjørt avtalu við Finn Johannesen, sum hevur drúgvar royndir innan tilboð og upplivingar til ferðafólk um at samskipa upplivingarmøguleikar og virksemi annars á landi í samband við ferðamannaskip í summar.

Gongdin hjá Klaksvíkar Havn hevur seinastu tíðina verið hugalig, har eitt nú talið av bíleggingum frá vitjandi ferðamannaskipum er vaksandi. Í summar koma nøkur stór ferðamannaskip á Norðhavnina, og fleiri eru longu bíløgd at vitja komandi ár.

Hetta er orsøkin til, at Klaksvíkar Havn og Klaksvíkar Kommuna hava gjørt avtalu við Finn Johannesen um samskipan av tilboðunum til ferðamannaskipini í summar.

Á fundum 12. og 13. juni 2012 varð málið lagt fyri Havna- og Vinnunevndina og Fíggjarnevndina, og samtyktu báðar nevndir at taka undir við málinum, sum verður sett í verk beinanvegin.

Avtalan við Finn Johannesen í summar er yvir 3 mánaðar, har hann fær ábyrgdina av at samskipa virksemið á landi í Klaksvík í sambandi við ferðamannaskip og ferðavinnuna annars

Finn Johannesen, sum er føddur og uppvaksin í Klaksvík, hevur seinastu árini verið kendur sum ein av virknu monnunum í Suðuroy innan eitt nú ferðavinnu, har hann er oddamaðurin fyri tiltakinum "VILT de Suðuroy".