Finn Arne Samuelsen: Misbrúktur og happaður
Bara 5 ára gamal kleiv Finn Arni Samuelsen, upp í ein el-steyra á Vaglinum í Havn. Hann datt niður og brendist illa. Sum barn bleiv hann illa sex-misbrúktur. Seinni varð hann happaður umborð á skipi, tá skipari og manning spældu sær við, at taka buksurnar av honum eftir komandorópinum: Loys út á Fananum. Finn fekk eina harða barna- og ungdómslagnu, men hann snýtti øll. Gjørdist skipsførari av 1. stigi, og bara 23 ára gamal gjørdist hann 1. stýrimaður hjá Mærsk. - Ikki so galið av einum, ið ikki dugdi at skriva og rokna, sigur Finn Arni, sjálvur.Tað eru nógv ár, hørð sálar-píning og nógvar traumatiskar hendingar millum hesar myndirnar. Finn hevur valt at standa fram við sínari lagnu...Oyggjatíðindi 12. juni 2009.
Finn er Havnarmaður. Fleiri kenna hann undir navninum, Finn hjá Høgna hjá Ryssumagnussi. Finn Arni Samuelsen, hevur havt eina harða lagnu, sum barn og í uppvøkstrinum.
Hann hevur verið misbrúktur seksuelt, og hann hevur verið illa happaður.
Finn sigur sjálvur: Eg eri ein av teimum, ið bleiv ein tapari í føroyskari korruptari og samvitskuleysari kynstøgn!!
Hvat meinar tú við, spurdu vit Finn, sum í dag býr í Danmark.
Eg bleiv illa misbrúktur seksuelt, sum barn, sigur Finn, og fortelur:
Sum barn, bara fimm (5) ára gamal, klyntraði eg upp í el-steyran, uttanfyri Meinigheitshúsúsið á Vaglinum, sum er núverandi býráðssalur.
- Eg hekk, men skramblaði so niður í fríum falli úr steyranum. Við høvdinum fyrst. Eg brendist illa, sigur Finn Arni:
Í dag hevur hann onga forkláring uppá hví hann fór upp í steyran, men heldur, at hetta kann bæði skyldast órógv í sálini, og at hann kanska eisini vildi gera sum elektrikkarin í familjuni:
- At eg ikki doyði, kann eg einans leggja í lívsins svarta skemtannar barm. Eg fekk, sum vituligt er, skallabrot og eina 3. grads forbrenning í lógvarnar, sigur Finn:
- Eg lá niðurbundin við leðurreimum í eina tíð. Annars lá eg á Landssjúkrahúsinum í einar tveir mánaðir, síðani tveittur heim, sum frískur, og eingin læknalig, og tíansheldur nøkur sálarlig uppfylging av mær, sigur Finn Arni Samuelsen.
- Síðani varð eg kroystur í skúla í sjey ár. Eg lærdi ongantíð at skriva ella at lesa. Eg livdi í egnum heimi, og hevði stórar trupulleikar. Eg bleiv mettur at vera eitt ómøguligt reyvarhol av 1. stigi, og bleiv eisini tveittur úr skúlanum.
Finn Arni sigur: Eg fór til skips, sum bert 15 ára gamal, har tað bleiv loyst út á mær, dag út og dag inn. - Skipið, eg var við kallaðist Morgunroðin. Skiparin var vitandi um hvat gekk fyri seg við mær. Eg hoyrdi hann sjálvan rópa út í skúrin:
- Loysi út á Fananum!
- Eg var fimm túrar í Helvitis útigarði við Morgunroðanum, fyri síðani skammisliga, at verða tveittur í land, uttan orsøk. Eg var so demoraliseraður, at eg tordi ikki at siga annað enn, at eg sjálvur var farin í land. - Seinni fór eg til Grønlands og Flemich Cap. Her var eingin útloysing, men her var eg altíð rukkan.
Fór í land aftaná fýra túrar við Hans Erik. Á seinasta túrinum, mundi skipið gingið burtur við manni og mús. Eg fór síðani á Navigatiónsskúlan í Havn, har eg fekk prógv, sum skipsførari á vetri 1988. Tá var eg einans 22 ára gamal:
- Ikki so galið av einum, ið ikki dugdi at skriva og rokna, ha, sigur Finn Arni.
Fyrsta kjansin fekk Finn Arne umborð á Mærsk-skipi, sum 1. stýrimaður, men:
- Herfrá og til dagin í dag, hevur lív mítt verið lúkst niður í eina spann av lorti. Eg eri blivin misnýtari av øllum, frá øl til narkotika, hava verið innilæstur á D 2 fleiri ferðir. Sitið í fongsli, og eitt ótal av túrum í fullubrummu.
Stutt sagt: Í myndugleikans eygum. Enn eitt reyvarhol. Kanst tú hjálpa mær, spyr Finn Arni, blaðstjóran, og sigur seg hava eina rúgvu, at siga, ið hann vil, at meinigi føroyingurin hevur krav uppá at vita.
Finn Arni Samuelsen, sigur, at hann breyt seg sundur tá hann leyp í land av skipi, men nú er hann komin fyri seg. Er rúsfríur, og ætlar sær at læra til tekniskan designara.