Fingu russisku rumpuna leysa
Fríggjakvøldið hevði russiska farmaskipið, Sunny Lina, lasta farm í Ánunum, og skuldi fara á Fuglafjørð tá óhappið hendi.
Støðan minti mest av øllum um mannin, sum segði: Eg bakki ikki ein tumma. Russiska rumpan endaði so uppi á Kunoyarnesi, og lokala pressan hevði nakað at ganga høgt upp í hetta vikuskifti, sum gav Einglapressuni nakrar pedagogiskar royndir í at rysta páfuglafjarðarnar av, og lata seg í papageykadraktina, og taka uppaftur tað besta tey hava lært.
Í meðan Facebook lystiliga longu var kunnað um støðuna, bæði við frágreiðingum og góðum myndum.
Í morgun eydnaðist tað so at toga russararumpuna av Kunoyarnesi. Strylti gekk. Tey, sum sóu tilburðin, søgdu, at tað minti mest av øllum um tíkina, sum ikki so lætt slapp av krókinum. Men skiparin á Brimli, sum stóð fyri átakinum, hevur upplýst, at alt riggaði, sum tað skuldi, og at hol helst ikki kom á russaran.
Sunny Lina er løgd við oljukeiina í Ánunum, har kavarar og onnur skulu kanna skipið og fáa staðfest hvør støðan er.
Sunny Lina er er bygt í 1980 og er 2493 BT, longdin er knappar 91 metrar og breiddin er 13,4 metrar.