Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fingramerkini

Nú ganga menn fram á torg og greiða frá sínum leikluti í tunnilssemjuni. Tað er væl skilt. Tí hvør vil ikki eiga sín lut í Føroya størstu tvørpolitisku semju? Veruleikin er hugaligur; øll løgtingsfólk eiga sín ríkiliga part.

Landsstýrismaðurin í innlendismálum megnaði at troka Skálafjarðartunnilin í fremstu røð. Semjan í samgonguni rakk ikki til privata projektið, tí tríggir samgongumenn vóru ikki við. Vit máttu saðla um. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gjørdist nýggjur tunnilsráðharri. Og hann hevur ikki ligið á boðunum.

Fyrst kallaði løgmaður samgonguna saman til uppbyggingarfund. Væl spurdist burturúr. Semja var um at seta meirilutan í fíggjarnevndini og rættarnevndini saman við løgmanni og landsstýrismanninum í tunnilsmálum at evna eina loysn til. Síðani skuldu andstøðan og Suðurbólkurin arbeiða víðari við málinum. Í dag fyriliggur úrslitið. Ein semja millum allar flokkar og uttanflokkar á Tingi um størstu verkætlan í Føroya søgu.

So vítt, eg dugi at síggja, hava øll løgtingsfólk verið partur av semjuni. Fyrst øll samgongan, síðani meirilutin í fíggjarnevndini og rættarnevndini. Og harnæst andstøðan og Suðurbólkurin. Allir floksformenn og teirra flokkar eru samdir.

Skal nakar eiga serliga viðurkenning í hesum stóra máli, er tað Jørgen Niclasen. Hann hevur víst serligt hegni at samansjóva ymsu sjónarmiðini. Tí í byrjanini stóðu vit langt frá hvørjumøðrum. Nøkur vildu ikki tengja Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin saman í somu lóg. Nøkur vildu ikki hava rundkoyring. Nøkur vildu hava privatan kapital. Onnur vildu ikki hava privatan kapital. Nøkur vildu byggja Sandoyartunnilin fyrst. Onkur vildi als ikki hava Sandoyartunnil og onnur vildu als ikki hava Skálafjarðartunnil. Summi vildu hava allar 4 undirsjóvartunlarnar í eitt felag. Nøkur vildu hava alment veðhald, onnur ikki. Onkur vildi heldur útbyggja eystur-vesturleiðina.

Hóast øll hesi mongu og mótstríðandi sjónarmiðini, eydnaðist at náa málinum. Hetta er politiskt handalag av besta slagi. Neyvan hevur nakar fingið alt, ið hann ynskti. Men helst hava øll fingið nakað av sínum.

Øll eiga sín dygga leiklut, hóast vegurin fram móti semjuni hevur verið illgongdur. Eftir stendur at samtykkja lógargrundarlagið í Løgtinginum. Verður alt so, sum nú sær út, verður koyrandi undir Tangafirði og millum Havnina og Sandoynna um eini 5 til 7 ár.

Bæði fyri sandoyggjafólk og okkum norðanfyri er talan um annað enn asfalt og betong. Skjóti vegurin til eitt nú Landssjúkrahúsið og aðrar almennar tænastur í høvuðsstaðnum kemur at geva okkum eina stóra portión av bleytum politikki. Alt verður lættari og betri fyri fólk við skerdum førleika. Fyri tey ungu verður munandi lættari at nema sær útbúgving í Havnini uttan at skula búseta seg har. Fyri ítrótt, mentan, samkomulív og frítíðarlív kemur skjóta farleiðin at hava kollveltandi broytingar við sær. Og fyri vinnulívið geva tunlarnir heilt nýggjar møguleikar og spennandi avbjóðingar.

Vit eiga at frøast og fegnast, tí hóast umheimurin enn stríðist við nívandi fíggjarkreppu og varandi arbeiðsloysi, kunnu vit í okkara landi leggja djarvar ætlanir fyri framtíðina.

Bill Justinussen