Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FINGIÐ UNDIRSKRIFTIR FRÁ BORGARUM KRING LANDIÐ

Seinnapartin mikudagin fekk Heðin Mortensen, borgarstjóri, handað 630 undirskriftir frá borgarum kring landið, sum mæla Tórshavnar kommunu til at bíða við ætlaðu útbyggingini framman fyri Skansan. 

Tað eru teir báðir Øssur Winthereig og Grækaris Djurhuus Magnussen, sum hava tikið stig til at savna inn undirskriftir soleiðis, at bíðað verður við at byggja út Skansabryggjuna. Eftir tveimum samdøgrum hava 630 skrivað undir. Og so hava 1593 dámað síðuna á Facebook, sum er stovnað til endamálið.

- Vit eru glað fyri, at stórur áhugi er fyri hesum. Vit lurta eftir teimum viðmerkingunum, sum koma inn. Og vit royna at svara øllum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Nú verða undirskriftirnar sendar Vinnunevndini, sum tekur tær við til fundarborðið í næstum. Har fer nevndin at taka spurningar og viðmerkingar frá borgarum við í arbeiðið, sum eftir er at gera.

- Hesi fólkini, sum hava skrivað undir, heita á kommununa um at bíða eitt sindur. Tí vit eiga at hugsa okkum væl um, sigur Øssur Withereig.

Málið um at byggja út havnarlagið í høvuðsstaðnum byrjaði í Vinnunevndini. Tað hevur eisini verið fyri á fleiri býráðsfundum. Ætlanirnar hava ligið alment frammi, borgarafundur við 300 luttakandi hevur verið um evnið. Nú verður so ein serstøk byggisamtykt evnað til, sum verður løgd til hoyringar hjá almenninginum í seks vikur.

Ætlaða útbyggingin hevur áður verið hjá friðingarmyndugleikunum, yvirfriðingarnevndini og Umhvørvisstovuni. Fornminnissavnið hevur eisini havt málið til viðgerðar.