Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fingið sera góða undirtøku

Longu nú 14 dagar eftir at bókarøðin “Her Byrja Vit”: 1 Føroyar og 2 Klaksvík kom út hevur verði stórur eftirspurningur eftir bókunum. Forlagið Meklarin hevur longu nú selt einar 1.500 bøkur. Umframt hetta koma so bøkurnar sum eru sendar til sølu í handlum.

Verður hetta gongdin so kann roknast við at upplagi verður uppi skjótt. Prentaðar eru 2.000 eintøk av hvørjari bók, umframt 900 plakatir, sigur Bókaforlagið Meklarin, sum eru sera væl nøgdir við móttøkuna higartil.** Onnur skrivað um bókarøðina:

“ Eg vil mæla lærarum,ið undirvísa í søgu og samfelagsfrøði, til at nýta bókina í frálæruni í skúlunum#... Eitt frálíkt hugskot”.

“Eg haldi, at tú hevur latið úr hondum eitt gott avrik, ið tú og vit onnur sanniliga kunnu vera fegin um”

“Uppsetingin er frálík, og litirnir hóska væl... bøkurnar geva góða lýsing av samfelagnum, og eru í ávísum førum beinraknar”.

“Hugskotið er framúr gott, og góðskan á høgum støði ... Henda røðin er beinrakin í teksti og myndum .... Góð eygleiðing. Vænti mær nógv av plakatunum”.

Ætla at halda fram

Um alt gongst eftir ætlan, hevur bókaforlagið ætlanir um at halda fram við bókarøðini. Tá er møguliga talan um at hesar bøkur koma út: 3 Tórshavn, 4 Eysturoy, 5 Vágar og 6 Suðuroy.

Bókaforlagið

Meklarin

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=VjhTT7AtW5A]