Finalan um Løgmanssteypið á Tórsvølli
25. august erður fótbóltsdagur burturav í Gundadali og kl 19:45 verður finalan um Løgmanssteypið spæld á Tórsvølli.
Samstarvsavtala er í dag almannakunngjørd, sum er gjørd millum Fótbóltssamband Føroya og Tórshavnar Kommunu, har FSF bindur seg at hava finaluna um Løgmanssteypið á Tórsvølli leygardagin 25. august 2012, treytað av graslíki er lagt á Tórsvøll. Miðað verður ímóti, at finalurnar í hinum steypakappingunum eisini verða leiktar í Tórshavn í sambandi við finaluna um Løgmanssteypið.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur í stuttari viðmerking til avtaluna, sum varð avdúkað á aðalfundinum hjá FSF í dag, at kommunan fær ábyrgd av øllum uttanumøkinum í Gundadali saman við Tórsvallagrunninum. Talan verður um ein serstakan fótbóltsdag, har alt snýr seg um fótbólt frá snimma á morgni til 19.45, tá finalan um Løgmanssteypið veðrur spæld.
- Vit skulu skapa góðar kamar, skipa fyri innivist, mati og einum stórum fýrverksshowið aftaná, og vit taka uppgávuna sera álvarsliga, tí her skal onki kiksa, sigur Heðin Mortensen í stuttari viðmerking.