Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Willem M. Roggeman

Fimm yrkingar eftir Willem M. Roggeman

Willem M. Roggeman (f. 1935) er flamskur yrkjari búsitandi í Belgia og yrkir á hollendskum. Hann verður kallaður ”ein orðalistamálari,” og tað er ikki ov nógv sagt, tí yrkingar hansara eru sera deskriptivar og málaðar, og málið hjá honum er humoristiskt og sensuelt. Eitt kent verk hansara eitur Yrkjarans metamorfosur, tí sambært Roggeman umskapast yrkjarar konstant. Men mest av øllum eru yrkingar hansara estetiskar og plastiskar á undurfullan hátt.

 

Glæsilig orðasjón

Úr vindeyganum hyggur hann

at mállandslagnum.

Í somu løtu finna eygu hansara

orðanna panorama.

Hann hevur sæð nokk.

 

Tí okkurt er í umbúna

við orðunum, sum í ráðaloysi

flýggja undan málinum og taka til

abstraktar tankar og tí frammanundan boða fyri

øllum merkingum av útbrunnum vakurleika.

 

Tó verður alt longu rætt lagt í geyma

við tí síðsta orðinum, ein drekkur uppi yvir

morgunmatinum hvønn morgun

- tá dagurin stamandi leggur í vaðið -

ella sum ein andar inn sum luftbløðra, ið flirtar við

anganum av langt síðani tagnaðum hugskotum.

 

Fatanarfenomenologi

Okkurt púra glært,

at granska hetta gjølla.

At vita tað er har,

og tó ikki síggja tað.

Eyguni kenna seg svikin.

Brádliga er ivi um

um tey eru í ólagi.

Tey draga á bæði millum tað veruliga

og tað, sum enn vantar at trúgvast á.

Hetta er løgin sansing.

At hyggja ígjøgnum nakað

men ikki kenna tað sum nakað er har.

 

Kropsmál

Til Louise D.

 

Eg tugi ein stól út

og tú setur teg niður.

 

Eg nevni sólina við navni,

og eygu tíni blunka.

 

Eg droymi um eitt borð,

og tú kemur at eta saman við mær.

 

Eg sigi orðið vatn,

og tú skolar munnin við tí.

 

Eg hugsi um okkurt við kærleika,

og tú brosar til mín.

 

Eg peiki á eina óuppreidda song,

og tú kvalir eitt geisp.

 

Eg rópi okkurt upp í himmalin,

og tú breiðir tínar veingir út.

 

Eg taki mynd av tær,

og eygu tíni halda tíðini fastari.

 

Eg komi grulvandi til tín sovandi kropp

og verði fangaður í tíni anding.

 

Eg lesi eina bók, og bókstavirnir á

hvørjari síðu blíva við at forma títt navn.

 

Eg sigi degnum hart frá um teg,

og tú hvørvur tigandi inn í náttina.

 

Eg fjali teg í einum myrkum landslagi,

og tú blívur til eina ljósá.

 

Eg hyggi upp á mánan,

og hann hevur andlitið á tær.

 

Deytt mál

Poesi ljóðar eitt sindur sum okkurt deytt mál.

Tað virkar sum orðamutl,

ið verður sansað, men ikki altíð skilt.

 

Ørindi koma sum aldur,

sum eini boð í løgnari kotu,

sum havið hevur skrivað við hond.

 

Dreygurin av John Masefield hyggur at teimum.

Hann leitar eftir einum heimi til ørindi síni.

Og skelvur framman fyri øllum tí, sum enn er misskilt.

 

Úr bók hans dala deyðu bókstavirnir

malandi til jarðar gjøgnum myrkrið, men hóast tað,

so fella orðini upp á pláss í ljósinum eitt og eitt.

Tey standa fyri eina glæsiliga áskoðan á málið.

 

African Queen

Einki av henni fer at hvørva.

Spegilin heldur sjónini av henni fastari.

Songin blívur við at hava neyva skapið

av hennara kroppi, ið lá og slangaði sær har.

Kjøtigi munnur hennara,

mjúkleikin av knøum hennara,

einki av tí fer nakrantíð at hvørva.

Angin av henni er sjálvur vaksin

inn í meg. Og alt tað, sum hon segði,

er enn til staðar, hon kann ongantíð hvørva heilt,

hóast hon nú er ósjónlig.

Tunga hennara førdi ástina við stevi sínum.

Hendur hennara gjørdu eina søgu úr eymleikanum.

Alt, hon kíndi av mær, er nú burtur,

er nú saman við henni og hon eigur tað.

Eg veit enn hvussu tað var,

tá hon var hjá. Eg hyggi at henni,

hóast hon ikki er har longur.

Týtt hevur Artúvertin